Uttanlands

ES umhvørvisoddamaður gevst

Eitt av oddafólkunum á veðurlagsøkinum í ES, Frans Timmerman hevur avgjørt at gevast sum varaforseti í ES nevndini við ábyrgd fyri sera umfevnandi veðurlagsætlanini hjá ES.

2023-07-21 16:26 Author image
Jan Müller
placeholder

Hann fer ístaðin at  royna seg sum forsætisráðharravalevni í heimlandinum Hálandi. Timmerman hevur verið drívmegin aftanfyri grøna orkuskiftispolitikkin í ES nú í fleiri ár og hevur sett síni fingramerki á rikna veðurlagspolitikkin. 

Mark Rutte, sum hevur verið forsætisráðharri í Hálandi í fleiri ár, gjørdi herfyri av at gevast í politikki. Timmerman er limur í hálendska arbeiðaraflokkinum og hevur avgjørt at taka upp samstarv við hálendsa umhvørvisflokkin Tey Grønu við valið í november.

Roknað verður við, at tað fer at koma sera illa við hjá teimum umhvørvissinnaðu og grønu flokkunum í ES, at Timmermann nú gevst, tí hann hevur verið andlitið bæði úteftir og inneftir í eitt nú veðurlagspolitikkinum.

Hann verður mettur at hava góðar møguleikar at verða valdur til forsætisráðharra í Hálandi. Fyrr hevur hann røkt sessin sum uttanríkisráðharri. Timmermann verður mettur sum ein sera góður samráðingarmaður og  tosar fleiri mál flótandi. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder