Hetta visti Útvarpið at siga frá á middegi. Stjórin í Effo, Gunnar Nielsen harmast um avgerðina hjá Kærustovninum. Hon staðfestir avgerð hjá Umhvørvisstovuni og Elveitingareftirlitinum um ikki at ganga umsókn frá Eysturlund á møti um at seta upp vindmylnulund og leggja háspenningskaðal. Kærustovnurin sigur, at lógarkrav er um alment útboð, áðrenn loyvi kann latast til elframleiðslu úr vindorku.
![]()
Søkt varð um loyvi at seta upp vindmylnulund at framleiða 100 Megawatt í Eysturoynni og leggja háspenningskaðal millum Lambavík og Fuglafjørð. Sambart verkætlanini skal kaðalin veita damp til Havsbrún í Fuglafirði.
Orsøkirnar til at Kærustovnurin ikki kann ganga umsóknini hjá Eysturlund á møti eru: lógarkrav um alment útboð, áðrenn loyvi kann gevast til elframleiðslu úr vindorku, og at tað krevst serstakt loyvi til at leggja ein háspenningskaðal til at flyta elorku.
Gunnar Nielsen stjóri í Effo sigur við ÚF, at henda avgerðin kemur sera illa við. Hann sigur, at tey virða avgerðina hjá Kærustovninum men samtíðis ásanna tey, at henda avgerð er eitt sterkt signal til, at Føroyar ikki skulu vera við í grøna orkuskiftinum nú men verður skotið langt út í framtíðina. Hvussu langt vita vit ikki enn.
![]()
-Vit halda, at Eysturlund er ein munagóð verkætlan, sum fer at minka um oljunýtsluna og sostætt eisini CO2 útlátið í Føroyum. Hann sigur, at tað hevur alla tíðina verið ætlanin at halda vindmylnulundina uttan fyri SEV men tað ber so ikki til sambært galdandi lóggávu.
-Tað virksemið, sum Verkætlanin ætlar at leggja um frá tungari oljunýtslu til grøna orku, skal ikki vera inni á netinum hjá SEV. Vit hava mett, at vit megna at lyfta hesa uppgávu uttan at leggja fíggjarligar byrðar á onnur, SEV ella nakran.
Í dag verður orkan, sum verður brúkt veitt uttan um SEV, og tað er ætlanin at halda fram við. -Nú fara vit at lesa avgerðina hjá Kærustovninum nágreiniliga og eftir tað taka eina avgerð um, hvat skal henda. Vit eru ósamd í avgerðini tí talan er ikki um eitt elnet men um eina dampleiðing úr einum stað til eitt annað. Vit mugu so taka eina endaliga avgerð sigur Gunnar Nielsen við ÚF.
Stjórin í Bakkafrost, Regin Jacobsen, sum er ein týðandi viðspælari í verkætlanini segði við Kringvarpið í vikuni, at avgerðin at vísa aftur umsóknini kann fáa avleiðingar fyri mjøl- og lýsiframleiðsluna á Havsbrún. Vandi er fyri, at hon flytur av landinum.
Meira um málið: https://kvf.fo/netvarp/sv/2025/12/18/regin-jacobsen-vandi-fyri-mjol-og-lysiframleidslan-flytur-av-landinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald