Uttanlands

Eystursjógvurin gerast til eina risastóra vindmylnulund

Í dag er fundur á hægsta orkustigi í Danmark, har stjórnarleiðarar ur fleiri av londunum kring Eystursjógvin umrøða framtíðar vindorkusamstarv

ES nevndarforkvinnan Ursula von der Leyen er millum luttkararnar á fundinum í Danmak í dag, har Mette Fredriksen, forsætisráðharri er vertur

ES nevndarforkvinnan Ursula von der Leyen er millum luttkararnar á fundinum í Danmak í dag, har Mette Fredriksen, forsætisráðharri er vertur

2022-08-30 11:21 Author image
Jan Müller
placeholder

Danmark er vertur fyri einum evropeiskum toppfundi, sum skal seta í gongd eina stóra og umfevnandi útbygging av vindmyllum í Eystursjónum. Endamálið er fyrst og fremst at gera alt eystursjóvarøkið óheft at russiskum gassi og samtíðis geva sítt íkast til grøna orkuskiftið. Millum londini, sum luttaka á fundinum, eru umframt Danmark: Finland, Póland, Letland, Estland og Litauen eins og umboð frá Týsklandi og Svøríki.

Londini skulu gera eina avtalu um, hvussu tey saman kunnu framleiða meira vindorku í Eystursjónum og hvussu elveitingin millum londini kann betrast. Semja er undan fundinum at framleiða 19,6 gigawatt frá havvindi í Eystursjónum í 2030. Hetta er sjey ferðir meira enn verandi framleiðsluorkan. Mett verður at møguleikarnir fyri havvindorku her eru 93 gigawatt.

Millum mongu luttakararnar á fundinum er eisini Ursula von der Leyen, ES nevndarforkvinna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder