Uttanlands

Finna meira olju í Barentshavinum

Norska oljufelagið Vår Energi hevur gjørt eitt nýtt oljufund í økinum nærhendis Goliat leiðini

2026-01-19 17:41 Author image
Jan Müller

Um somu tíð sum bretar í teirra parti av Norðsjónum onga nýggja leiting hava havt í meira enn eitt ár, halda feløg fram við at finna olju og gass í norska partinum av Norðsjónum og í Barentshavinum.

[object Object]

Nýggja fundið er gjørt tætt við stóru ouleiðina Goliat í Barentshavinum. út fyri Norðurnorra. Av ti at fundið er gjørt so ætt við  eina framleiðandi leið nærhendis, nevniliga pallin Goliat, er ætlanin helst at knýta nýggja fundið í har.

Hetta er annars í tráð við leiti- og framleiðslupolitikkin hjá norsku stjórnini, sum roynir at bora á nýggjum leiðum tætt við verandi undirstøðukervi. Tá gerast útbyggingar væl bíligari. Og so verður eisini í hesum førinum. 

Samtíðis sum eitt fund fyri og annað eftir verður gjørt á norska landgrunninum bíðar vinnan í Bretland spent eftir endaligu avgerðini hjá stjórnini at loyva bæði boringum og útbyggingum eitt nú eystan fyri Føroyar. Roknað verður við svari í næstum, og greinarar halda, at stjórnin, hóast hennara sera grøna orkuráðharra, fer at góðtaka umsókn frá eitt nú nýggja felagnum Adura, sum fevnir um Equinor og Shell. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald