Vaksandi CO2 útlát og veðurlagsbroytingar hava fingið fleiri av heimsins størstu orkufeløgum til at gera týðandi umleggingar og broytingar av sínum olju- og gassvirksemi til tess at minka um útlátið av veðurlagsgassum. Eitt av feløgunum, sum gongur á odda á hesi leið, er norska Equinor, sum seinastu árini hevur gjørt stórar íløgur í varandi orkukeldur, serstakliga vindorku. Herfyri frættu vit, at felagið er farið undir at fyrireika heimsins størstu vindmylnulund til havs á Dogger Bank í bretska partinum av Norðsjónum. Hon skal veita streym til milliónir av húsarhaldum í Bretlandi. Og nú tekur felagið enn eitt týðandi stig á somu kós, nevniliga at byggja eina nýggja vindmylnulund norska partinum av Norðsjónum, sum skal veita streym til ikki færri enn fimm stórar oljupallar til havs. Talan er um Hywind Tampen lundina, sum skal halda lív í pallunum á Snorre og Gullfaks keldunum.
Hywind Tampen verkætlanin fer at kosta 5 mia. kr. og fevnir um 11 vindmyllur, sum skulu framleiða 88 megawatt. Henda verkætlan er tann fyrsta av sínum slag og verður heimsins størsta flótandi vindmylnulund. Enn er slík íløga ikki lønandi, tí endaliga tøknin er ikki ment liðug enn, og tí hevur norski staturin gjørt av av stuðla verkætlanini við 2,3 mia. kr. Ætlanin er at seta lundina til seinast í 2022.
Síðani Statoil skifti navn til Equinor hevur felagið lagt seg eftir at økja um sínar íløgur í varandi orku við m.a. at byggja vindmylnulundir til havs í Bretlandi og út fyri New York. Equinor hevur sett sær fyri at vera leiðandi í heiminum at menna tøkni, sum kann brúkast í vindorkuframleiðslu til havs. Íløgur í varandi vindorku til teir fimm pallarnar á Snorre og Gullfaks keldunum er so eisini eitt dømi um, at varandi orka frá vindmylnum og olju- og gassframleiðsla kunnu ganga hond í hond, tá tað ræður um at minka um at minka um CO2 dálkingina.
Eldar Sætre, stjóri í Equinor, sigur sambært heimasíðuni hjá norska orkufelagnum, at avgerðin at fara undir at útbyggja vindorkulundir kring heimin er slóðbrótandi og kann vera við til at minka um samlaða CO2 útlátið. Sohvørt tøknin mennist og útbyggingar av hesum slagnum gerast tað bíligari, ber til at fara undir ymsar verkætlanir kring allan heim. Menningin av burðardyggum orkuloysnum til havs kann tískil fáa stóran týdning fyri royndirnar at minka um útlátið av dálkandi veðurlagsgassum.
Arne Sigve Nylund, sum stendur á odda fyri menning og framleiðslu hjá Equinor í Norra sigur, at verkætlanin á Hywind Tampen fer at minka munandi um CO2 útlátið frá teimum fimm oljupallunum. Minkingin svarar til útlátið frá 100.000 bilum um árið.
Herfyri frættist eisini, at norska oljufelagið DNO, hevur í hyggju at umbyggja gamlar oljupallar til vindmylnulundir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald