Í løtuni er lægsti elprísurin, sum føroyskar ídnaðarfyritøkur skulu gjalda, 1,63 kr/kwt u/MVG. Og 1. januar hækkar hesin prísurin til 1,74 kr/kwt. Hjá fyritøkum, sum hava lága elnýtslu, ella sum ikki koma undir serligu prísskránna fyri ídnaðarkundar, er prísurin hægri enn hetta.
Til samanberingar er miðal elprísurin fyri fyritøkur og almennar stovnar (non-household consumers) í ES 1,33 kr/kwt.
Kostnaðarmunurin gerst størri, tess størri nýtslan er. Teir orkutyngstu brúkararnir í Føroyum gjalda framvegis 1,63 kr/kwt (frá 1. januar 1,74 kr/kwt). Men miðal fyri ES er tá 1,03 kr/kwt.
Verður samanborið við okkara størstu kappingarneytar, t.d. í Íslandi og í Noregi, er munurin uppaftur størri. Tá er prísurin í Føroyum fleirfalt tað, sum okkara kappingarneytar skulu gjalda.
Hinvegin er prísurin hjá vinnukundum við lágari elnýtslu á leið tann sami sum miðal í ES.
Parturin av varandi orku í elframleiðsluni verður eisini samanborin við onnur lond um okkara leiðir. Parturin av varandi orku var í 2023-24 hægri í elframleiðsluni í Føroyum enn miðal í ES (kjarnorka ikki íroknað). Tó var framleiðslan úr varandi orkukeldum nógv størri partur av elframleiðsluni í bæði Noregi, Íslandi og Danmark, enn hann var í Føroyum.
Les alla greiningina her.
Les eisini: Svarti veruleikin í grøna orkuskiftinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald