Tveir av mest virdu vinnulívsmonnunum í 50 ára olju- og gassøgu Skotlands, Martin Gilbert og Sir Ian Wood koma nú við felags áheitan á bretsku Labour stjórnina, áðrenn uppskot til fíggjarlóg verður lagt fram í morgin: -Takið av serskattin og latið uppaftur fyri oljuleiting.
Sir Ian Wood og Martin Gilbert, sum nú royna at fáa stjórnina at lurta eftir vinnuni.
Við hesum royna teir saman við allari orkuvinnuni í Bretlandi at fáa stjórnina at venda við og vísa vinnuni ans, so Bretland kann gerast meira sjálvsveitandi við orku eins og verja orkutrygdina.
-Vit koma at hava tørv á olju og gassi langt eftir 2050 sum part av orkumixinum, ið fevnir um bæði svart og grønt siga teir báðir, sum eisini heita á Rachel Reeves fíggjarmálaráðharra at geva grønt ljós til longu lyklakláru útbyggingarnar í Norðsjónum og á Atlantsmótinum, Jackdaw og Rosebank.
Lyklaklárar útbyggingar av oljuleiðum eystan fyri Føroyar eru partur av áheitanum frá vinnu og politikarum at fáa stjórnina at broyta kós.
Víðari siga teir, at tekur stjórnin ikki annað skinn um bak, so er vandi fyri, at tann so lívsneyðuga veitingarvinnan, sum eisini skal halda lív í grøna orkuskiftinum, fer fyri skeyti.
-Skal olja og gass vera partur av framtíðar orkusamansetingini, so er neyðugt, at vinnan sleppur ikki bert at fara undir framleiðslu í verandi goymslum men eisini finna olju og gass, sum liggja goymd í undirgrundini.
Víðari verður víst á, at serskatturin, sum kom í gildi, tá oljuprísirnir vórðu ovurhøgir, nú undir nógv lægri prísum, fær oljufeløg at rýma og gera íløgur aðrastaðni enn í Bretlandi. Verandi skattaskipan uppá 78% er nú við at taka lívið av vinnuni og harvið eisini tøma landskassan fyri nýggjar skattainntøkur frá olju- og gassvinnuni.
-Vit heita tí á fíggjarmálaráðharran um at enda serskattin í komandi fíggjarári, at góðkenna lyklaklárar útbyggingar á bretska landgrunninum komandi vikurnar og taka aftur bannið móti leiting eftir olju og gass beinanvegin.
Teir siga, at verður hetta gjørt, tá fer tað at skapa grundarlag fyri búskaparligum vøkstri og samtíðis vera við til at fremja eitt rættvíst orkuskifti, sum skal vera við til at veita ta so neyðugu orkutrygdina.
![]()
![]()
Miðlarnir gera nógv burtur úr áheitunum frá bæði vinnuni og politikarum at fáa stjórnina at broyta orkupolitikkin.
Eisini stjórin í meginfelagnum hjá bretsku orkuvinnuna, Offshore Energies UK, David Whitehouse kemur við eini seinastu áheitan á stjórnina, áðrenn fíggjarlógaruppskotið verður lagt fram í morgin. Hann segði á ráðstevnu í Skotlandi í gjár m.a.:
“Make no mistake. These are critical times for us and our industry.
The decisions that will be made tomorrow by our chancellor will have profound impacts for the UK, and they will have profound impacts on all of us whose livelihoods depend on this sector.”
Hann sigur, at avgerðin hjá stjórnini kann fáa avgerandi týdning ella avleiðingar fyri hesa vinnuna.
![]()
Eitt umboð fyri stjórnina hevur sagt, at stjórnin ynskir at varðveita vinnuna og tess leiklut uppá longri sikt, soleiðis at fyritøkur halda fram við at gera íløgur á bretska landgrunninum. -Olju- og gassvinnan fara at vera partur av vinnuni í tíggjutals ár aftrat, meðan vit fremja eitt skilagott grønt orkuskifti, sum eisini fevnir um havvindorku og CCS, fangan og goymslu av CO2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald