Innanlands

Fólkatingið vitjar SEV í Húsahaga

Umboð úr Fólkatinginum eru í hesum døgum á kunningarferð í Føroyum. Ríkisumboðið samskipar vitjanina, sum umfatar virki og stovnar kring allar Føroyar.

2023-09-21 17:09 Author image
Jan Müller
placeholder

Týsdagin vitjaðu tey SEV í Húsahaga, har tey m.a. fingu frágreiðing um grønu kósina.

Bogi Bendtsen og Terji Nielsen greiddu frá ætlanunum hjá SEV, herundir hvørjir møguleikar eru og hvør nýggj tøkni skal til fyri at røkka málinum, og tær avbjóðingar tað hevur við sær at reka eina 100% avbyrgda elskipan fram móti 100% burðardyggari elframleiðslu á landi í 2030.

[object Object]

Tey vístu stóran áhuga fyri leiðini hjá Føroyum móti eini meira burðardyggari framtíð, og samstundis fegnaðust tey um góða veðrið og góða útsýnið yvir myllur og Havnina. Sum skilst var vitjanin á Sornfelli nakað darvað av tjúkkum mjørka.

Kelda SEV

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder