Innanlands

Føroya Ellisakfør við oljufeløg: - Sleppið ikki gamla bensinið

Nevndin í Føroya Ellisakførum heitir  á oljufeløgini um at bera so í bandi, at gamla  bensinið eisini fer at vera tøkt í framtíðini

2024-02-09 09:24 Author image
Jan Müller
placeholder

Avgerðin at fara undir at selja nýtt slag av bensini hevur fingið nevndina í Føroya Ellisakførum at heita á oljufeløgini um at tryggja, at teirra limir eisini í framtíðini kunnu brúka gamla bensinið. Í brævi til oljufeløgini skrivar nevndin:

"Tað var við ikki sørt av undran og ørkymlan, at boðini herfyri frættu,  at oljufeløgini nú fara at gevast at selja tað góða gamla bensinið, sum hevur verið at fingið í óminniliga tíð.

Sambært Akstovuni eru skrásett ein hópur av ellisakførum í Føroyum: 380 bilar og 420 motorsúkklur, sum ikki kunnu brúka hetta nýggja bensinið. Umframt hesi akfør eru nógv onnur akfør, før og tól, sum bara kunnu koyra og virka við vanligum 98 oktan bensini, eitt nú bátar, lendisakfør og grassláimaskinur.

Í Føroyum er uppbygt eitt stórt og aktivt umhvørvi rundan um ellisakfør, eitt umhvørvi, sum er til stóra gleði fyri øll, sum taka lut. Nógv fólk hava eitt kensluborið samband við hesi akfør og ganga upp í hetta frítíðaraktiv við lív og sál. Til dømis eru fleiri feløg kring landið, har fólk hittast regluliga at fylkjast um hetta ítriv.

Fer tað hereftir ikki at bera til at fáa hendur á tí vanliga bensininum, er stórur vandi fyri, at alt hetta virksemið fer at detta niðurfyri. Tí vilja vit vegna okkara limir staðiliga heita á oljufeløgini um at bera so í bandi, at hetta bensinið eisini fer at vera tøkt í framtíðini til ein sámiligan prís.

Hetta kundi eitt nú verið tryggjað við at havt eina pumpu opna við tí gamla bensininum. Hetta eigur at bera til fíggjarliga, tí sum nevnt er stórur eftirspurningur eftir hesum bensini. Og tað kann eisini væl hugsast, at entusiastar við nýggjari akførum eisini hava áhuga í at keypa tað góða gamla bensinið.

Vit meta eisini, at tað hevur skapt eina siðvenju, at tað gamla bensinið hevur verið til taks í so nógv ár. Fólk hava gjørt stórar íløgur í ellisakfør, sum bara kunnu koyra við gamla bensininum. Tí eiga oljufeløgini at viðurkenna, at tey hava eina veitingarskyldu, sigur nevndin í Føroya Ellisakførum í áheitan síni á oljufeløgini." 

Við útvarpið hóskvøldið segði stjórin í Magn, Finn Jakobsen, at tey eru kunnað um málið og fara at gera sítt til at bøta um trupulleikarnar, soleiðis at gomlu ellisakførini framhaldandi kunnu brúka góða gamla bensinið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder