Innanlands

Føroyar kunnu gerast partur av útbygging við markið

Bretskur politikari: Føroyar eiga at hava møguleikar at veita tænastur til útbygging av olju- og gasskeldum við markið.

2024-01-15 16:44 Author image
Jan Müller
placeholder

Herfyri avgjørdi bretska stjórnin at geva loyvi til útbygging av risastórari olju- og gasskeldu skamt frá føroyska markinum, kallað Rosebank.

Útbyggingin fer at geva arbeiði til veitarafyritøkur bæði í Skotlandi og Noregi, og nú hon liggur bert 15 kilometrar frá føroyska markinum, er stóri spurningurin, um ikki eisini føroyskar fyritøkur kunnu vera við til at veita vørur og tænastur til bæði útbygging og seinni framleiðslu.

Hesin spurningurin verður eisini reistur í sambandi við vitjan av umboðum fyri norska orkufelagið Equinor komandi dagarnar. 

Herfyri vitjaði annars kendi skotski politikarin í bretska parlamentinum, Angus Brendan MacNeil, í Føroyum. Orkan.fo nýtti undir vitjanini høvi til at umrøða Rosebank útbyggingina við MacNeil, sum eisini er formaður í týðandi nevndini í parlamentinum fyri orku og net-zero og spurdi hann, um nakað skuldi verið til hindrus fyri, at ikki  eisini føroyskir veitarar kunnu vera við til at veita tænastur til ein slíka útbygging í bretksum øki sum Rosebank, ið er so nær Føroyum. 

[object Object]

Angus MacNeil vísir fyrst á, at olja og gass úr Norðsjónum og Atlantsmótinum (økið millum Føroyar og Hetland) fer framhaldandi at fevna um ein triðing av orkutørvinum hjá Bretlandi. Rosebank, sum nú fer í gongd, fer at veita millum 2 og 5% av hesi orku og hevur tí týdning fyri samlaðu orkunýtsluna.

Hann heldur annars, at tað helst er og verður stór kapping um hesar tænastur og sjálvandi eiga føroyskar fyritøkur eisini at vera partur av hesum, um tær kunnu lata røttu vøruna til rætta prísin.

-Eg havi skilt, at tit longu gera eitt stórt veitingararbeiði í Norra við eitt nú at veita elektrikarar og aðrar handverkarar til at virka í norsku offshorevinnuni. Eg eri vísur í, at vit fara at síggja fleiri føroysk fløgg umborð á skipum, tá Rosebank framleiðslan fer í gongd um nøkur fá ár.

Elektrifisering av framleiðsluni

Angus MacNeil vísir á, at ein av treytunum hjá Equinor, sum stendur fyri Rosebank útbyggingini, er, at framleiðsluskipið skal elektrifiserast fyri at minka munandi um útlátið.

-Hetta kundi eisini verið partur av veitingum úr Føroyum, nú tit eru við til at menna eitt nú vindorkuna. Kann man koma fram til at hava eitt sambindingarlið fyri streymflutningi (interconnector) millum Føroyar og Skotland (Hetland), tá kann hetta fáa týdning fyri netið.

[object Object]

Ein tann stóra avbjóðingin, tá tosað verður um at fáa grøna orku til høldar, er at kunna stabilisera netið. Og her kundi eitt samstarv millum Føroyar og Skotland kanska verið ein framtíðar strategi.

Angus MacNeil hevur vitjað í Føroyum ikki færri enn sjey ferðir. Hann er seta hugtikin av landinum og fólkinum og heldur, at Skotland hevur nógv at læra av Føroyum og sigur, at føroyingar duga at gera dreymar tilveruleiki og vísir til nýggja Sandoyartunnilin hann slapp at royna undir seinastu vitjanini.

Hann sær fegin, at bæði myndugleikar og fyritøkur í báðum londum kunnu samstarva um m.a. troytan av tilfeingi í undirgrundini millum londini. Og er nettupp spurningurin um veitingar til menningar- og útbyggingarætlanir báðumegin markið ein heilt náttúrligur vegur at ganga.

Stórt kunningartiltak á Hilton

Eisini frá føroyskari síðu verður tað nú gjørt nakað fyri at liva upp til orðini hjá kenda politikaranum úr Suðuroyggjum, (Hebridunum).

Fyrrapartin í morgin skipa Sjóvinnufelagið og FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur fyri kunningstiltaki á Hilton í Havn, har fimm umboð fyri norska orkufelagið Equinor úr Bretlandi og Norra luttaka og fara at greiða frá um Rosebank og annars um virksemið hjá Equinor. Um sama mundið verður eisini høvi hjá gestunum at hoyra meira um, hvørjar tænastur føroyskar fyritøkur og Føroyar hava at bjóða.  Tiltakið er fullteknað.

Í sambandi við vitjanina fara Equinor fólkini eisini at vitja fleiri føroyskar vinnufyritøkur eins og SEV og Jarðfeingi. Millum gestirnar er Arne Gürtner, stjóri fyri virkseminum hjá Equinor í Bretlandi og Írlandi. Hansara ábyrgdarøki fevnir so eisini um Føroyar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder