Innanlands

-Vit mugu tálma orkunýtsluna og menna grønar orkukeldur

-Orkan skal ikki brúkast upp á at finna meira olju. Tað er nógv meira realistiskt og rationelt at brúka orkuna uppá at menna grønar orkukeldur og eisini broyta okkara lívsvanar og brúka minni og at gera okkurt nógv meira ítøkiligt fyri at tálma okkara orkunýtslu.

Gunnhild Dahl Niclasen í røðu á verðurlagstiltaki: -Tálmið orkunýtsluna og mennið grønu orkuna heldur enn at brúka orku uppá oljuleiting. Myndir Sverri Egholm

Gunnhild Dahl Niclasen í røðu á verðurlagstiltaki: -Tálmið orkunýtsluna og mennið grønu orkuna heldur enn at brúka orku uppá oljuleiting. Myndir Sverri Egholm

2023-03-11 13:35 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta var ein av høvuðsboðskapunum í røðu, sum Gunnhild Dahl Niclasen helt á veðurlagstiltakinum “Veðurlagsverkfall nú” í Havn herfyri.

Hon takkaði fyri at vera boðin og segði seg vera so glað fyri hesi veðurlagsverkføllini, tí tey eru so umráðandi. Hon segði víðari:

“Næstseinasta heyst skipaði Kommunufelagið fyri temadegi um umhvørvið og við serligum atliti at grøna orkuskiftinum og leiklutinum hjá Sev, sum kommunurnar eiga. Væl varð møtt úr øllum kommunum. Eg fegnaðist stórliga um hetta og hugsaði, at nú verður tað endiliga! Nú verður tað, at umhvørvið og grøna orkuskiftið fer at fáa ta rúmd og tað fokus, sum tað skal hava og skuldi havt havt tey seinastu mongu árini. Tann fyrsti at leggja fram á degnum var Bogi Hansen. Sjáldan havi eg hoyrt so góða og beinrakna framløgu, og heldur ongantíð áður havi eg upplivað, at fólk hava klappað so leingi eftir eina framløgu. Men tað gjørdu tey, og aftur hugsaði eg, at jess, endiliga verður tað, tí nú sær tað út til, at øll síggja álvaran í hesum.

[object Object]

Síðani komu nakrar framløgur við grafum omaná grafum um orkunýtslu og útbyggingar, tí tað er nærmast ein náttúrulóg, at tað altíð fer at vera vøkstur í okkara orkunýtslu. Tað køvdi líkasum neistan, sum Bogi júst hevði tendrað. Aftaná framløgurnar kundu vit seta teimum øllum spurningar. Eg brendi inni við einum spurningi, so eg var tann fyrsta at reisa meg við hondini uppi. Eg spurdi, hví ongin nevndi eitt orð um at minka um okkara orkuforbrúk. Um tað ikki burdi verið tað allarfyrsta vit hugsa um, tá vit skulu minka um okkara útlát. Eg vísti á, at fyrr hevði SEV onkuntíð átøk um at minna brúkarar á at sløkkja ljósið og annað. Men tað tyktist ikki sum teimum hóvaði hendan spurningin, og eg bleiv mansplainað við forkláringum um kilowatttímar og bjálving.

So til kjakið, sum hevur verið seinasta dagarnar eftir orðaskiftið í løgtinginum um oljuleitingar. Tey, sum eru fyri oljuleitingum, verða kallað realistar og realpolitikarar, meðan hini (les: vit) verða kallað aktivistar, naivistar og droymarar.

Men eg eri slett ikki samd í hesum. Eg haldi, at eg og onnur við mær eru totalt rationel, tá vit siga, at vit skulu lata oljuna liggja. Tað er ikki at vera realist at halda, at vit kunnu blíva við á sama hátt. Heldur er tað realistiskt, at vit taka granskingina fyri fult. Tí hvat skulu vit brúka granskingina til, um vit ikki fyrihalda okkum til hana?

Eg haldi nemliga, at vit, sum halda, at orkan ikki skal brúkast upp á at finna meira olju, eru realistarnir. Eg haldi, at tað er nógv meira realistiskt og rationelt at brúka orkuna uppá at menna grønar orkukeldur og eisini broyta okkara lívsvanar og brúka minni.

Tað er realistiskt, at vit noyðast sum kommunur, land og vinna at gera okkurt nógv meira ítøkiligt at tálma okkara orkunýtslu.

Er tað realistiskt at stinga høvdið í sandin? Er tað realistiskt at trúgva upp á ævigan vøkstur? Nei!

Tað er veruleiki, at heimurin hitnar ov nógv til, at hetta verður eitt verandi stað.

[object Object]

Tað eru nøkur, sum halda, at tað er okkara skylda at útflyta demokratiska, stuttflutta olju, men eg haldi, tað er rættiliga grelt at (mis)brúka orðið stuttflutt, tá vit kjakast um oljuleitingar. Oljan verður ikki grønari av, at hon kemur úr undirgrundini her. Hon hevði jú heldur ikki farið beint úr oljubrunnunum og niður í okkara oljutangar. Hon hevði farið ein túr í onnur lond at verið viðgjørd, áðrenn hon kom aftur. Nei, vit skulu burtur frá oljuni. Tað er tað realistiska.

Og annars er at leggja aftrat, at onki er galið við at vera droymari. At droyma seg til og stremba eftir einum øðrvísi veruleika og framtíð. Tað er væl soleiðis, at broyting fer fram.

Sum nýføðingur fekk eg partabræv frá ommu mínu í táverandi nýggju Norrønu. Tað fingu øll míni systkinabørn eisini. Hetta var ein stoltleiki í, at vit føroyingar eiga og standa saman um og stuðla okkara egna virksemi.

Og eftir at Føroyar fingu ræði á okkara egnu undirgrund í kreppuárunum, vaks ein spenningur um eitt føroyskt oljuævintýr. Vit stovnaðu oljufeløg, og føroyingar keyptu ernir partabrøv, eins og við Norrønu á sinni. Tað er eisini umráðandi, at føroyingar eiga tað, sum føroyskt er.  

[object Object]

Og nú til poengið við hesum.

Foreldur okkara góvu okkum partabrøv í føroyskum oljufelagi. Eg havi fingið loyvi frá teimum at fortelja hetta. Eg hevði gloymt alt um, at eg hevði fingið hetta sum barn, men her fyri ruddaði eg út í gomlum pappírum hjá mær. Tá datt eg um hetta skjal, sum sigur, hvussu virðið á partabrøvunum hjá mær er. Eg gjørdist so kløkk og flov, at eg havi dult hetta sum mansmorð. Og eg visti ikki, hvussu eg skuldi bera meg at at sleppa mær av við hetta. Men nú, tá eg var spurd at koma at halda røðu her, kom eg á aðrar tankar.

Nei, eg ætli mær ikki at skammast við hetta. Eg vil heldur royna at brúka hetta til okkurt skilagott. Eg eri ein av 7000 eigarum í føroyskum oljufelagi, og í hesum oljufelagi eru eingir stórir partaeigarar. Ongin eigur meira enn 5 % av partabrøvunum. 3000 av hesum 7000 hava adressu í Føroyum. Tískil kann eg bara gita meg til, at tað eru nógvir føroyskir privatpersónar, sum eiga í. Kanska onkur teirra hevur somu hugsan sum eg. Onkur sum kanska ikki trýr upp á oljuævintýrið longur? (kanska onkur, sum stendur her í dag?)

Vit kunnu ávirkan upp á allar møguligar mátar. Ein stórur faktorur er valdið hjá fjøldini, fólkinum. Vit kunnu seta krøv til okkara fakfeløg, bankar, tryggingarfeløg, politikarar og teirra, sum vit keypa vørur og tænastur frá. Á hendan hátt kunnu vit seta nógvar broytingar í gongd umvegis fólksins vald. Sjúrður Hammer, Elsa Berg og eg eru øll vald í umboðsráð við endamálinum at fáa hesi at taka partabrøv úr dálkandi vinnum. Stórar broytingar við hesum er longu at hóma.  

Nú endi eg hesa røðu við at geva FNU og Veðurlagslóg NÚ míni partabrøv. Tit kunnu gera við tey, sum tit vilja. Men tað hevði verið kul, um onnur gjørdu tað sama. Og vit í felag kunnu fara út sum ein brøkpartaeigari og siga okkara hugsan og royna at ávirka. Vit kunnu krevja at vera hoyrd, og at felagið broytir sítt endamál – og heldur fer at brúka orkuna upp á at útvega grønar orkukeldur”, segði Gunnhild Dahl Niclasen.

Tað vóru felagsskapirnir Veðurlagslóg Nú og FNU, sum skipaðu fyri tiltakinum uttan fyri Løgtingið.  Í dag heldur FNU aðalfund í Havn.

[object Object]

Formaðurin í FNU, Jón Kragesten var millum teirra, sum tóku orðið á veðurlagstiltakinum. Myndir Sverri Egholm

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder