Innanlands

Føroyar og ellastbilar: -Her má vend koma í

-Føroyar mugu til at umhugsa at skifta til elriknar lastbilar, nú allur flutningur á landi fer fram við lastbilum. Okkum tørvar eina hugburðsbroyting á økinum heldur blastbilastjóri. 

Páll Rói Poulsen, stjóri í lastbilafelagnum Stórbilar, sum saman við øðrum tók stig til kunningartúr í Svøríki. Mynd Jan Müller

Páll Rói Poulsen, stjóri í lastbilafelagnum Stórbilar, sum saman við øðrum tók stig til kunningartúr í Svøríki. Mynd Jan Müller

2024-09-26 15:44 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta er stjórin í felagnum “Stórbilar” enn meira sannførdur um heimafturkomin av kanningarferð í Svøríki, har hann og 16 onnur hava havt møguleikan at royna elriknar lastbilar eins og síggja framleiðsluna av m.a. ellastbilum á eini av teimum stóru og mest nútímans lastbilaverksmiðjunum í heiminum.

Páll Rói Poulsen, sum saman við nevndini í Stórbilum tók stig til at fara til bilanna bý, Gøteborg at fáa innlit í tað nýggjasta í ellastbilaverðini, er enn meira sannførdur um eftir kanningartúrin, at bæði vinna og myndugleikar í Føroyum eiga ítøkiliga at taka stóra flutningin á landi við í orðaskiftið um grøna orkuskiftið. 

 Hann vísir á, at Føroyar eru kanska tað einasta landið í heiminum, har so gott sum allur flutningur á landi, fer fram við lastbilum. Av nærum 800 lastbilum koyrir  ikki ein tann einasti  við elorku.  Hetta hendir um somu tíð sum politikarar og samfelagið annars ynskir at gera Føroyar meira grønt.

[object Object]Føroyska ferðalagið á royndarkoyribreytinum hjá Volvo í Gøteborg. Mynd Jan Müller


Her má vend koma í heldur stjórin í Stórbilum. Men fyri at venda eini gongd er rætt og náttúrligt at útvega sær vitan og royndir, og tí settu tey á Stórbilum sær sum mál at taka stig til eina kanningarferð til eitt av teimum fremstu feløgunum í heiminum innan elframleiddar lastbilar, Volvo, sum hevur heimstað í Gøteborg í Svøríki. 

Ætlanin var at hava umboð fyri stóran part av flutningsvinnuni og umboð fyri almennar stovnar, sum hava tilknýti til flutninsvinnuna, við á túrinum. Hóast fleiri avboð, so umboðaði ferðalagið kortini eina fjølbroytta breidd innan flutning. Og hetta fegnast Páll Rói um. Her vóru umboð fyri Faroe Ship, Borg, Løvubetong, KJ, Hans Egil & Synir, Førka, Stórbilar, Gjaldstovuna, Akstovuna og Landsverk. 

[object Object]

Rúgvu av vitan og royndum við heim

 -Tá vit fóru úr Føroyum var tað í veruleikanum nærum eingin, sum visti nakað serligt um hetta við elriknum lastbilum. Nú koma vit aftur við 17 teimum kanska klókastu innan ellastbilar. Vit hava fingið eina rúgvu av vitan og brotið nakrar fordómar niður hjá nokk so nógvum. Og nú byrjar tað at gerast nakað, sum fólk spyrja inn til og ynskja at kanna nærri. Áðrenn hevur tað bara verið tos, nú fáa vit ítøkiligar “cases” at arbeiða við og kanna. Hvat ber til og til hvønn kostnað. 

[object Object]

Tað skal eitt stórt stig til at flyta fleiri fólk innan vinnuna. Sjálvur haldi eg, at tað er løgið, at tað hevur verið varpað so lítið ljós á stórbilarnar, her bæði lastbilar og bussar í føroyska samfelagnum, nú so nógv verður tosað um at minka um útlátið. Eingin sigur nakað um, at vit hava lastbilar, sum brúka líka nógva olju sum kanska stórt tal av húsum um árið. Við elmotori kunnu vit koyra nógv longri uppá áfyllingina og til ein nógv minni prís. Sparinger, sum  kanska eru  uppi á 60%, sigur Páll Rói og heldur fram:

-Tað verður tann mest týdningarmesti paturin í okkara útrokning í framtíðini. Spennandi verður at vita, hvat hendir, tá elveitingarlógin verður liberaliserað. 

Fáa vit náttarløðing í Føroyum fyri lægri takst, so fer tað at lækka kostnaðin á kwt nógv. Tá fara vit ikki at tosa um, at ein ellastbilur kostar ov nógv, tí hann verður nógv bíligari í rakstri. Tá er so bara íløgan, sum kostar meira. Og tað er nakað, sum fokus má verða sett á. 

[object Object]

Koyrilongd størri við betri tøkni

Eitt evni, sum altíð er viðkomandi, tá tosað verður um el-lastbilar er koyrilongd, og tað var sjálvandi eisini uppi at venda fleiri ferðir á túrinum. 

Undir vitjanini í Gøteborg varð kunnað um, at tað hevur eydnast Volvo við tí  nýggjastu battarítøknini at gera tað gjørligt hjá nýggjasta ættarliðnum av tungum ellastbilum  at kunna koyra 600 kilometrar uppá eina løðing. Fyrstu bilarnir av hesum slag koma á marknaðin um eitt ár. Hetta er eitt stórt framstig í royndunum at kunna gera langtkoyrandi lastbilar útlátsfríar. Alla staðni har ellastbilar verða framleiddir verður roynt at menna battaríini saman við grøna orkuni, soleiðis at bilarnir kunnu koyra longri og longri teinar uttan løðing. 

[object Object]

Hetta kann eisini fáa stóran týdning fyri framtíðar tilrættaleggingina av lastbilaparkini í Føroyum um nøkur ár heldur Stórbila-stjórin. Hann vónar, at henda kanningarferðin kann verða byrjanin til, at fleiri fara at varpa ljós á týdningin  elektrifisering av stórbilum kann fáa fyri einar framtíðar grønari Føroyar.  

Endamálið við túrinum var tí eisini at breiða út kunning um grøna orkuskiftið,  serliga innan el-lastbilar.

[object Object] 

Jóhan Joensen frá Hans Egil & Synir og Viggo Johannesen frá KJ her saman við  Rauno Frederiksen frá Volvo Danmark. 

[object Object]

Størri partur av grøna orðaskiftinum

-Vónandi fer hetta nú at vera størri partur av almenna orðaskiftinum rundan um grøna orkuskiftið og síggi eg fram til, at vit fara at síggja bæði politikarar, fakfólk á økinum og almenningin raðfesta júst henda so týdningarmikla partin av framtíðar flutninginum í Føroyum í samfelagsorðaskiftinum.  

Umframt Volvo royna eisini aðrir lastbilaframleiðarar so sum Scania, Renault og Mercedes at skunda undir grøna orkuskiftið innan lastbilabransjuna eins og bussarnar. Tað var tann tíð, tá Volvo samtakið var eitt og fevndi um øll bilasløg. So hendi tað, at kinverskt felag keypti upp tann partin av Volvo, sum framleiðir persónbilar. Tá var ótti fyri, at bilafyritøkan fór at verða flutt til Kina, men tvørturímóti hava nýggju eigararnir heldur valt at menna Volvo Cars fyritøkuna í Svøríki. 

[object Object]

[object Object]

[object Object]Gamlir lastbilar eins og ein av hvítu bussunum, sum flutti túsundtals jødar, ið vóru í fangalegu í Týsklandi, til Svøríki. 

Hin parturin, sum í dag er kendur undir navninum “Volvo Group” og sum fevnir um framleiðslu av bæði lastbilum, bussum, gravimaskinum, bátamotorum ol. heldur til í gamla Volvohøvuðsstaðnum Gøteborg, har føroyska ferðalagið vitjaði, og har høvi var bæði at royndarkoyra ellastbilar eins og at síggja risastóru fabrikkina, sum framleiðir ikki færri enn 92 lastbilar um dagin, harav støðugt fleiri elriknar. Har arbeiða ikki færri enn 2500 fólk.

Flutningsvinnan stendur  í dag fyri 7% av samlaða CO2 útlátinum í heiminum, og her er tað, at elriknir lastbilar skulu og kunnu vera við til at minka um og til endans  gera flutningsvinnuna heilt útlátsfría. 

[object Object]

Svøríki er í dag eitt av undangongulondunum í heiminum, tá talan er um at framleiða lastbilar og nú eisini elriknar lastbilar við ikki færri enn tveimum av heimsins leiðandi framleiðandi fyritøkunum, Volvo og Scania. Hesar standa fyri einum stórum parti av framleiðsluni av lastbilum. 

[object Object]

Volvo, sum hevur røtur aftur til 1929, er í dag tann størsta ídnaðarfyritøkan í Svøríki, og hevur sæti í 130 londum, harav hon framleiðir lastbilar í 12 londum. Í 2023 framleiddi Volvo 145.000 lastbilar harav ein minni partur var elriknir lastbilar. Eltøknin er framvegis lutvíst  nýggj og fer tað at ganga ein tíð, til hon av álvara tekur dik á seg. Higartil hevur Volvo framleitt 3800 ellastbilar til kundar í 46 londum.

[object Object]  Elligamlir bilar á spildurnýggja Volvo museum í Gøteborg

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder