Stril Merkur aftur til arbeiðis í Norðsjónum við føroyskari manning - men ikki leingi aftrat.
Mikumorgunin legði frálandsskipið Stril Merkur frá landi aftur eftir at hava skift manning í Havn. Hóast tað ikki er nøkur serlig hending, at frálandsskip koma í føroyska havn at skifta manning og fáa ymsar tænastur, so er júst hetta manningarskiftið nakað serligt. Føroyska manningin kann nevniliga síggja fram til, at hon um tveir mánaðir ikki longur starvast hjá norska reiðaríinum Simon Møkster.
Kenneth Gaardlykke, elektrikari umborð á Stril Merkur her saman við familjuni á bryggjuni eftir manningarskifti
Hetta er so eisini galdandi fyri systurskipið Stril Mariner, ið somuleiðis er mannað við føroyingum. Skipini bæði og undan teimum trý onnur skip hjá norska reiðaríinum hava í mong ár verið mannað við føroyingum sum avleiðing av, at skipini komu undir føroyskt flagg.
Undir føroyskum flaggi í tveir mánaðir aftrat.
Nú norska reiðaríið hevur boðað frá, at tað ma. av fíggjarligum orsøkum hevur gjørt av at flagga út úr FAS og fara aftur undir norskt flagg, so er avleiðingin tann, at teir umleið 50-60 føroyingarnir eru uppsagdir og mugu finna sær annað arbeiði. Hetta merkir so, at tað verða fyrst og fremst norðmenn og onnur, sum koma at manna skipini. Ein av teimum, sum er sera vónsvikin av, at norska reiðaríið hevur avgjørt at fara undir aftur norskt flagg, er Heðin Magnussen, skipari. Oljan.fo hitti hann á bryggjuni í Havn, tá hann fór í land og starvsfelagi hansara, Leif Poulsen tók yvir á brúnni á hesum ein av seinastu túrunum undir føroyskum flaggi. Stril Merkur fer undir aftur norskt flagg og harvið til norska manning frá umleið 18. november.
Heðin Magnussen, skipari á Stril Merkur seinastu seks árini. Hetta hevur verið eitt einastandandi arbeiðspláss og so tað at kunna arbeiða við so mongum føroyingum eisini.
23 ár í frálandsvinnuni
Heðin er ikki ein og hvør, tá tosað verður um føroyingar í altjóða frálandsvinnuni. Hann hevur í samfull 23 ár arbeitt í hesi vinnuni, tey fyrstu 17 árini hjá Maersk og seinastu góðu 6 árini hjá Simon Møkster. Tá er tí møtimikið, einans 53 ára gamal og framvegis “fit for fight” til fleiri nýggjar avbjóðingar og uppgávur, at skula síggja fyri sær - saman við sínum trúgvu starvsfeløgum - bráddliga at fara í land fyri seinastu ferð á Stril-skipi. Treyðugt so, nýggja árið fer vónandi at lata upp aðrar dyr, hóast bæði korona og lágur oljuprísur seta síni fingramerki á vinnuna.
Heðin dylur ikki fyri, at hann hevur serstakan alsk fyri júst hesum stolta fari, ið hann heldur er tað besta tú kann ynskja tær at arbeiða hjá í hesi vinnuni. Stril Merkur er eitt einastandandi skip, og uttan iva millum tey frægastu, ið eru bygd til frálandsvinnuna heldur hann.
So mikið bersøgin er hann og sigur, at Stril Merkur hevði verið sera vælegnað sum vaktar- og bjargingarskip hjá Føroyum sammett við Brimil og onnur skip.
At skula gevast umborð hevur tí eina heilt serliga kenslu við sær, og so at skula sleppa tí góða vinarlagnum við hinar føroyingarnar. Heðin sigur, at tað er nakað heilt serligt at vera við einum frálandsskipi, har bara føroyingar eru umborð. Ikki tí útlendingar eru nógv øðrvísi men meira hetta við mentalitetinum og hetta at man hevur nakað felags - at kunna tosa um heimlig viðurskifti og hendingar við alla manningina, sum tá aftur er úr øllum krókum av Føroya landi. Tí viðgongur Heðin, at tað hevur verið eitt privilegium fyri seg at kunna standa á brúnni á einum norskum skipi við føroyskari manning burturav. Og tá vit spyrja hann, hvussu tað kennist skjótt ikki at skula vera partur av hesum valafari longur, er hann skjótur at svara:
Søkja onnur størv
"Tað kennist sjálvandi løgið, at skipið skiftur flagg, og at vit ikki fylgja við. So vítt vit vita, verða tað bert norðmenn, ið taka yvir sum manning. Fyribils hava vit fingið at vita, at orsakað av so nógvum arbeiðsleysum sjómonnum hjá Simon Møkster reiðaríinum, so eiga teir fyrsta rætt at manna teirra skip. Tvs. at tað eru fakfeløgini, sum hava upparbeitt hetta fyri norsku sjómenninar, ið verður kallað permitering. Og at flagga ókkum út, verður eftir øllum at døma mett sum sokallað “ledugt" skip? Mær vitandi sleppur eingin av verandi manning her at halda fram við Stril Merkur aftaná 18. nov. Nakrir eru longu farnir í annað starv, og aðrir leita.
Manningin tekur hetta tó nokk so róligt. Veruleikin nærkast, at vit mugu vekk herfrá, og tað góðtaka menn nokk so friðarliga. Skal tó sigast, at flestir, sum eru/hava verið her, eru keddir av, at vit missa hetta arbeidsplássið. Men, sum man sigur, tá ein hurð letur aftur, opnar ein onnur seg nokk."
Heðin Magnussen vísir á ta sannroynd, at tað hevur verið og er svár kreppa í frálandsvinnuni, og nógv reiðarí eru farin á húsagang. Man væntaði, at árskiftið 2019/20 fór at verða vendipunktið, og tað bleiv sæð meiri ljóst uppá vinnuna, men so kom korona og gjørdi ilt verri.
Simon Møkster reidaríið hevur klárað seg nøkurlunda gjøgnum kreppuna, men 2020 gjørdist ein svárur smeitur. Og føringar blivu nú dýrari enn norðmenn fyri reiðaríið tey síðstu 4-5 árini vegna lágu norsku krónuna. “Hetta er so orsøkin hjá okkum, at teir flagga yvir. Ella so sigst…,” leggur Heðin aftrat.
Hann er tó glaður fyri at kunna vera við, nú skipið kanska fyri seinastu ferð er í Føroyum við Merkinum hátt, tað er hóast alt ein stór gleði.
Manningarskifti á Stril Merkur í Havn
Tor Shipping hyggur frameftir
"Man skal aldrin siga aldrin, men eg trúgvi valla, at Stril Merkur kemur aftur í føroyskt farvatn? Vit kunnu hetta orsakað av korona støðuni í Noregi, men nú støðan versnaði í Føroyum, mugu vit tíverri eisini liva við, at eingin sleppur umborð at vitja hesuferð heldur,” sigur ein av Føroya mest royndu frálandsskiparum.
Fyrr í ár vóru bæði skipini hjá Simon Møkster undir føroyskum flaggi í Føroyum og skiftu manningar. Hesaferð er Stril Merkur, sum arbeiðir fyri Equinor, einsamalt her. BP, sum hevur sáttmála við Stril Mariner, hevur av ymsum orsøkum ikki mett tað vera í lagi at lata skipið fara aftur til Føroya at skifta manning.
Hjá føroysku veitarafyritøkuni Tor Shipping, ið nú í mong ár, hevur tikið sær av rakstrinum av fyrst fimm skipum undir føroyskum flaggi og nú seinast av tveimum skpum, kenst tað svárt bráddliga at skula missa sáttmálarnar við norska reiðaríið. Tá mest var at gera mannaðu 120 føroyingar skipini hjá Simon Møkster.
Nú eru so útlit til, at øll hesi arbeiðsplássini skjótt eru søga. Og tað merkist hjá teimum á Tor Shipping. Tey eru nú noydd til at finna fyritøkuni aðrar uppgávur, og sum skilst so eru tey í sambandi við útlendsk reiðarí um samstarv. Eisini royna tey at útvega mongu føroyingunum umborð á Stril skipunum arbeiði aðrastaðni.
Royndi frálandsskiparin Heðin Magnussen leggur lítla Tóka Eyðunson Müller (abbasonur myndamannin) lag á - her í skiparastólinum umborð á Stril Merkur. Mynd Jan Eiden Müller)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald