Íslenddska íløgufelagið SKEL fjárfestingafélag hf. hevur góðtikið eitt boð frá føroyskum felag um keyp av 48,3 prosentum í Spf. Orkufelagnum, ið er felagið, sum eigur føroyska orkufelagið Pf. Magn.
Kringvarpið hevur í vikuni borið tíðindini um, at talan er um samtakið Chr. í Grótinum, ið hevur meldað seg sum áhugaðan keypara.
Tilboðið inniber tær vanligu treytirnar um innlit í fíggjarliga úrslitið fyri 2022 og góðkenning av føroysku kappingarmyndugleikunum. Partarnir eru sinnaðir at avgreiða søluna innan fyri komandi tveir mánaðirnar, boðar skel.is frá sambært yahoo.com.
Tilboðið ljóðar upp á 2.798 milliónir íslendskar krónur, svarandi til 146 milliónir danskar.
SKEL hevur í tráð við tilboðið boðað hinum íslendsku íleggjarnar í Orkufelagnum frá, at ætlanin er at gera eitt nýtt íløgufelag, sum kemur at eiga 11,9 prosent í Orkufelagnum. Skel leggur 14 milliónir danskar krónur í nýggja felagið, og fær harvið ein ognarlut á 39 prosent. Nýggja íløgufelagið fær sambært partaeigarasáttmála rættin at velja ein av fimm nevndarlimunum í Orkufelagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald