Uttanlands

Frá Faroe Petroleum til Longboat: Gera týðandi oljufund

Nýggja orkufelagið Longboat Energy við fyrrverandi leiðslumanningini og stovnaranum av Faroe Petroleum, Graham Stewart, hevur saman við Equinor gjørt eitt týðandi oljufund í Norðsjónum

Graham Stewart, stovnaði Faroe Petroleum í 1998. Eftir sølu av felagnum stovnaði hann saman við leiðsluni í felagnum Longboat Energy, sum longu hevur gjørt fleiri týðandi olju- og gassfund í Norðsjónum.

Graham Stewart, stovnaði Faroe Petroleum í 1998. Eftir sølu av felagnum stovnaði hann saman við leiðsluni í felagnum Longboat Energy, sum longu hevur gjørt fleiri týðandi olju- og gassfund í Norðsjónum.

2022-04-06 12:45 Author image
Jan Müller
placeholder

Longboat Energy hevur síðani tess stovnan nøkur ár herfyri verið partur av fleiri olju- og gassfundum á norska landgrunninum. Seinasta fundið Kveikje verður mett so mikið stórt, at tað helst  kann útbyggjast til framleiðslu. Hetta ber m.a. til, tí í grannalagnum er longu eitt undirstøðukervi við fleiri framleiðandi keldum. Tað er júst stóra og vælútbygda undirstøðukervið á norska landgrunninum við bæði pallum og rørleiðingum, sum er við til at gera eisini smærri ella meðalstór olju- og gassfund lønandi, tá tey kunnu binda í aðrar framleiðslueindir.

[object Object]

Hetta við einum sera væl útbygdum undirstøðukervi gjøgnum 50 ár er ein av stóru fyrimununum hjá orkufeløgum at fara undir nýtt virksemi á norska landgrunninum, tí tað gevur sjálvt smærri fundum møguleika fyri at verða útbygd.  

[object Object]

Stóra altjóða orkublaðið Upstream ger nógv burtur úr nýggjasta fundinum, sum Longboat er partur av. Navnið Longboat er eyðkenda víkingaskipið  frá Víkinaøldini 

Longboast kunngjørdi herfyri eina stóra boriverkætlan, har tað er partur av fleiri nýggjum leitiboringum framvið norsku strondina. Í hesi seinastu boringini, ið pallurin Deepsea Stavanger stóð fyri, stendur Longboat fyri 10% av verkætlanini. Equinor er fyristøðufelag. 

[object Object]

Helge Hammer, stjóri í Longboat er fegin um úrslitið av Kveikje brunninum og sigur, at nú verður so kannað í hvønn mun ein útbygging kann verða gjørd. Hetta er fimti brunnurin av sjey, sum Longboat hevur sett sær fyri at vera partur av.

[object Object]

Helge Hammer, stjóri í Longboat Energy

Í trimum førum hava teir rakt við olju og gass. Nú fer pallurin at bora Cambozola brunnin í grannalagnum. Har eigur Longboat 25%. Roknað verður við at finna nógv gass í brunninum. Í summar verður so sjeyndi brunnurin, Copernicus, boraður, og eisini har eru útlit fyri at finna nógv gass.

[object Object]

Graham Stewart er nevndarformaður í Longboat Energy. 

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder