Innanlands

Frá fiskivinnu til orkuvinnu

Fiskivinnusamtakið Christian í Grótinum hevur latið tilboð inn at keypa 56% av partapeninginum í Orkufelagnum, sum eigur Magn.

Christian í Grótinum samtakið ger stóra íløgu í føroyska orkuvinnu (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Christian í Grótinum samtakið ger stóra íløgu í føroyska orkuvinnu (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2022-10-26 19:11 Author image
Jan Müller
placeholder

Í gjárkvøldið visti orkan.fo at siga frá, at eitt føroyskt íløgufelag hevði givið tilboð uppá partabrøvini hjá íslendska felagnum Skel í Orkufelagnum, sum eigur Magn. Talan var um at rinda 147.3 mió. kr. fyri knapp 50 prosent av felagnum.

[object Object]Vindmyllurnar hjá Magn í Flatnahaga. Mynd Jan Müller

Í dag visti so Útvarpið at siga frá, at talan er um fiskivinnusamtakið Christian í Grótinum, sum er áhugað í at keypa meirilutan av partabrøvunum í Orkufelagnum.

Sambært ÚF hevur Christian í Grótinum samtakið bjóðað umleið 170 mió. kr. fyri 56 prosent av partabrøvunum í Orkufelagnum, sum tvær íslendskar fyritøkur í dag eiga.

Hetta er tó undir ávísum treytum eins og at Kappingareftirlitið góðkennir  keypið.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder