Uttanlands

Framleiðslan av grønum streymi setir met í Danmark

Vindmyllur og sólkyknur hava ongantíð framleitt meira streym enn tey gjørdu fyrra hálvár í ár.

2023-07-10 13:11 Author image
Jan Müller
placeholder

Um somu tíð er elnýtslan lækkað, tí brúkararnir hava verið meira varnir í sambandi við elnýtsluna undir orkukreppuni. Hetta skrivar Energy Watch sambært felagnum hjá donsku orkuvinnuni “Green Power Denmark”.

Sambært eini uppgerð stavaðu 67% av streyminum, sum varð brúktur fyrra hálvár frá vindmyllum og sólpanelum. Í 2022 var hesin partur 60%. Hetta heldur Thomas Aarestrup Jepsen, stjóri í Green Power Danmark, vera sera áhugavert, tí tað vísir, at Danmark er væl ávegis móti 100% grønari elframleiðslu.

-Tað gevur okkum veitingartrygd og merkir, at vit skulu innflyta færri fossil brennievni úr útlandinum sigur hann.

Energy Watch skrivar, at fyrra hálvár náddi elframleiðslan frá vindmyllum og sólkyknum 11,4 TWh (terrawatt tímar), sum er ein vøkstur uppá 30% sammett við støðuna fyri fýra árum síðani.

-Komandi árini skulu vit halda fram við grøna orkuskiftinum í ídnaðinum og flutningssektorinum, og vit skulu veita grøna orku til restina av Evropa – til gagns fyri veðurlagið, okkara fyritøkur og danska samfelagið. Tað krevur tó nógvar vindmyllur og sólkyknur aftrat sigur Thomas Aarestrup Jepsen.

Henda gongdin sæst eisini aftur í CO2 útlátinum, sum fyrra hálvár av 2023 var 91 gram fyri kWh (kilowatt tíman). Tað er bert ein fjórðing av útlátinum sammeta við við støðuna fyri 10 árum síðani, og í mun til støðuna fyri fýra árum síðani er talan um tvífalt minni.

Positiva gongdin sæst eisini aftur í elprísunum, sum fyrra hálvár vóru 43% lægri enn í meðal fyri sama tíðarskeið í fjør.

Meðalprísurin á streymi í 2022 var 1242 kr. fyri MWh (megawatt tíman) meðan prísurin í 2023 var 703 kr. fyri MWh.

-Grønur streymur er bíligur streymur. Sólkyknur og vindmyllurnar eru ein trygd móti teimum sera høgu streymprísunum, sum vit vóru vitni til stóran part av 2022 sigur hann.

Kelda: Energy Watch

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder