Uttanlands

Framvegis stórur áhugi fyri oljuleiting við føroyska markið

Fleiri stór oljufeløg so sum BP, Shell og Total, hava fingið loyvi at leita eftir olju og gassi á bretska landgrunninum eitt nú upp at føroyska markinum

Bláu teigarnir (blokkar) eru nýggju loyvini til leiting eftir kolvetnum, sum bretskir myndugleikar nú hava latið altjóða oljufeløgum. Fleiri teirra liggja upp at føroyska markinum og aðrir eitt sindur eystari. Gulu teigarnir eru loyvi latin áður. Nú verður sostætt leitað framvið stórum parti av markinum. Grønu økini eru framleiðandi oljukeldur og reyðu framleiðandi gasskeldur.

Bláu teigarnir (blokkar) eru nýggju loyvini til leiting eftir kolvetnum, sum bretskir myndugleikar nú hava latið altjóða oljufeløgum. Fleiri teirra liggja upp at føroyska markinum og aðrir eitt sindur eystari. Gulu teigarnir eru loyvi latin áður. Nú verður sostætt leitað framvið stórum parti av markinum. Grønu økini eru framleiðandi oljukeldur og reyðu framleiðandi gasskeldur.

2020-09-05 16:36 Author image
Jan Müller
placeholder

Tíðindi/Greining. Í gjár kunngjørdu bretskir myndugleikar úrslitið av 32. útbjóðingini til olju- og gassleiting á bretska landgrunninum, í Norðsjónum og á Atlantsmótinum eystan fyri Føroyar. Tað gevur eina greiða ábending um, at stórur áhugi er fyri at leita eftir kolvetnum í føroyska grannalagnum. Tá avtornaði fingu 65 oljufeløg 113 nýggj leitiloyvi, sum fevna um 259 teigar. Av hesum eru fleiri loyvi, sum liggja uppat og tætt við føroyska markið.

[object Object]

Útbjóðingin má sigast at vera eitt greitt tekin um, at tað er stórur áhugi fyri júst økjum, sum liggja framvið markinum millum londini. Og hyggja vit nærri eftir tilfarinum, sum bretska oljuumsitingin OGA, Oil and Gas Authority, hevur latið úr hondum, so vísir tað eitt samanhangandi øki frá landssynningshorninum, tí sokallaða Gullhorninum, á markinum millum londini og langt norðureftir, sum feløg hava lagt seg á við tí fyri eygað at gera seismiskar kanningar og seinni taka avgerð um at bora. (Sí kort) Áhugavert er eisini at bíta merki í, at tað eru feløgini Siccar Point Energy og oljurisin Shell, sum nú hava atgongd til eitt sera stórt og samanhangandi øki, ið liggur upp at markinum.

[object Object]

Reyðu økini eru loyvi, sum nú eru latin oljufeløgum til leiting. Tey gulu eru loyvi, sum eru latin fyrr.

Bretsku megin markið finna vit so eisini longu fleiri olju- og gasskeldur, sum enn ikki eru útbygdar. Her er fyrst og fremst talan um keldurnar Cambo og Rosebank, sum eftir øllum at døma verða útbygdar komandi árini. Eisini eru aðrar minni keldur í økinum, Tornado og Suilven, ið talan kann vera um at byggja út til framleiðslu eisini.

Um úrslitið av útbjóðingini og nú eisini loyvisgevingini er annars at siga, at fleiri loyvi eru eisini latin øðrum feløgum, ið eru virkin á Atlantsmótinum. Hesi loyvi liggja heldur ikki so langt frá føroyska markinum. Feløgini, sum hava fingið hesi loyvini, eru BP, Suncor Energy, Spark Energy, Total, Corallion og Athena. Flestu av feløgunum hava bundið seg til at nýtulka og skjóta 3D seismikk og siðani bora brunnar. Áhugavert er eisini at bíta merki í, at stóra kanadiska oljufelagið Suncor, sum er partur av Rosebank kelduni, nú hevur ognað sær fleiri nýggj loyvi ikki so langt frá markinum heldur. Felagið er einsamalt um hesi loyvini og kundi tað bent á, at tað sær møguleikar, ið onnur feløg ikki síggja, og at felagið fer at vera enn meira virkið á Atlantsmótinum í framtíðini.

[object Object]

Eisini er tað áhugavert at fylgja við loyvunum, sum franska Total hevur fingið tillutað. Hesi eru mong og heldur ikki so langt frá markinum, og forvitnisligt er, at Shell nú er vorðið partnari í fleiri av nýggju loyvunum hjá Total. Sostætt bendir nógv á, at Shell kann koma at hava ein meira týðandi leiklut á Atlantsmótinum í framtíðini. Tað er fyri so vítt eisini í tráð við tað, sum Shellstjórin hevur úttalað fleiri ferðir, nevniliga, at hóast felagið selir út av sínum ognum í Norðsjónum, so fer tað at brúka meira orku á Atlantsmótinum, har tað longu arbeiðir saman við BP.

Hvat BP annars viðvíkur, so bendir á, at felagið eisini fer at økja um sítt virksemi á Atlantsmótinum, nú tað hevur fingið fleiri nýggj loyvi kring oljuframleiðandi feltini Schiehallion, Foinaven og Alligin, sum aftur liggja ikki so langt frá markinum, har suðuri.

[object Object]

Gulu prikkarnir eru boraðir brunnar báðumegin markið. Nógvu brunnarnir bretsku megin eru eisini orsøkin til, at funnar eru fleiri olju- og gasskeldur.

Týdning fyri Føroyar

Síggja vit loyvini, sum nú eru latin hinumegin markið, við føroyskum eygum, so er greitt, at talan er um eina lítla sensatión hjá teimum, sum síggja fram til nýggja olju- og gassleiting við Føroyar. At fleiri feløg vilja brúka orku og pengar til at finna nýggjar olju- og gassgoymslur við markið, er við til at seta føroyska grannalagið í fokus.

Nú einki felag søkti um leitiloyvi í føroyskum øki um somu tíð, hvør skuldi tá trúð, at fleiri av oljufeløgunum, sum søktu bretsku megin markið, kortini fóru eftir loyvum áføst í føroyska markið! Og her skulu vit fyrst og fremst hava eyguni eftir Siccar Point Energy og Shell, sum frammanundan hava lagt seg á økini í grannalagnum framvið markinum. Tað gevur eina týðuliga ábending um, hvussu stóran týdning hesi feløgini leggja í marknaøkið millum londini. Vert er eisini at hava í huganum, at tað bara er jurain og ikki jarðfrøðin, sum er forðingin.

Vit kunnu tí við hesi sannroynd loyva okkum at gita, at tað er bara ein spurningur um tíð, til fyrst og fremst hesi bæði feløgini, Siccar Point og Shell, leggja inn umsókn til føroyskar myndugleikar at sleppa yvir um markið. Men hví hava hesi ikki gjørt tað longu vil onkur spyrja. Til tað er at siga, at hesi feløgini arbeiða stig fyri stig og vilja tryggja sær, at tey eru á beinari kós, áðrenn tey víðari vestureftir.  Í hesum umfarinum hava tey so valt at gera sær dælt av bretsku 32. útbjóðingini, sum nú eisini gekk teimum til vildar. Eisini at søkja um loyvi føroysku megin markið um sama mundið kann kennast sum at taka munnin ov fullan, nú tað ikki er bara sum at siga tað at fara inn í eitt nýtt land heldur. Men tað forðar teimum so ikki at hava Føroyar sum part av framtíðar skránni.

[object Object]

Stóru keldurnar Rosebank og Cambo, skamt frá markinum, verða helst útbygdar til framleiðslu. Tað eru økini millum Rosebank og markið og økið norðanfyri, sum oljufeløg nú hava fingið tillutað til víðari leiting.Vit fara uttan iva at síggja skip skjóta seismikk í hesum økinum í næstum.

Vit ímynda okkum tí, at tá hesi feløgini um ikki so langa tíð hava fingið tulkað úrslitið av nýggja seismikkinum bretsku megin markið, fara at hava tað lættari við at taka eina avgerð um at halda fram við arbeiðinum yvir um mark.

Og nú teimum heldur ikki nýtast at bíða eftir eini nýggjari føroyskari útbjóðing, tí “Open Door” skipan er í gildi, so kann væntast, at tey leggja inn umsókn til føroyskar myndugleikar, tá tíðin er búgvin til tess. Og tað nýtist ikki at taka alt ov drúgva tíð. Tað vit vilja siga við hesum er, at framhaldandi stóri áhugin fyri at leita eftir olju og gassi beint hinumegin føroyska markið, sum eitt nú úrslitið av 32. útbjóðngini vísir, er ein týðulig ábending um, at oljufeløg hava Føroyar á radaranum, hóast tey ikki tosa hart um hetta.

Og okkara meting er eisini, at tíðindini um stóra áhugan at leita framvið føroyska markinum eru góðir tónar í oyrunum á frægu granskarunum, ið arbeiða á Jarðfeingi við nettupp at rudda slóð fyri útlendsku oljufeløgunum - nú tað er landsins politikkur at leita og finna kolvetni í føroysku undirgrundini. Tað gevur teimum vónir um, at oljufeløgini kanska eisini hyggja yvir um mark.

Hesir hava nú í mong ár granskað og tulkað tey mongu data, sum eru fingin til vega um føroysku undirgrundina fyri at vita, um tað ikki finnast møguleikar fyri at finna “prospektir”, tvs. øki við møguligum olju- og gassgoymslum í undirgrundini.

Á altjóða messum hevur Jarðfeingi gjørt eitt stórt arbeiði fyri at varpa ljós á møguleikarnar í Føroyum fyri at finna kolvetni í undirgrundini. Og taka vit seinastu messurnar, har umboð fyri oljufeløg, hava vitjað, hava tey á Jarðfeingi nettupp víst á møguleikarnar, sum finnast tætt við markið, tætt við oljukeldurnar Rosebank og Cambo hinumegin markið, har oljufeløg nú fara undir kanningar.

[object Object]

Innteknaða økið eystan og sunnan fyri Føroyar er opið hjá oljufeløgum at søkja um leitiloyvi á undir sonevndu "Open Door" skipanini. Tá feløg søkja um okkurt øki, tey halda vera áhugavert at leita í, skal hetta almannakunngerast, so onnur feløg innan 90 dagar kunnu søkja um somu øki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder