Innanlands

Gamla vindmyllan hjá SEV í Neshaga tikin niður

Hon fórst av snarljósi í 2021, og verður nú burturbeind sum gamalt jarn

(Mynd: Jan Herman Hansen / SEV)

(Mynd: Jan Herman Hansen / SEV)

2022-07-27 12:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nordtank vindmyllan hjá SEV, sum stóð stinn frá 1993 – 2021, tá hon fórst av snarljósi, er nú tikin niður og burturbeind sum gamalt jarn.

Mest stóð fyri niðurtøkuni, sum gekk væl, og nú stendur bara fundamentið eftir, sigur SEV. 

Ein av monnunum, sum var við til at taka mylluna niður, var eisini við til at seta hana upp í 1993. Myllan er tikin niður í sektiónum og tilfarið er koyrt inn á Skála til móttøku av gomlum jarni.

Uppi á Hálsi í Neshaga stendur fundamentið enn eftir, men samskifti er millum SEV og røktingarmenn á staðnum, um hvussu berast skal at, soleiðis at eingi sjónlig tekin verða eftir mylluna.

Stutt áðrenn myllan fórst, vóru serfrøðingar í Føroyum og høvdu eftirlit við mylluni. Niðurstøðan var, at myllan var í góðum standi og kundi halda til nøkur ár afturat, men soleiðis gekk ikki.

Myllan hevur øll árini riggað væl, og framleiddi mest fram til 2006, t.e.  550.000 kWt um árið. Framleiðslan var meira enn væntað, og generatorurin, sum var á 150 kW, var stundum uppi á 180 kW. Hesin generatorurin helt til 2007, tá hann bleiv skiftur út. Eftir hetta bleiv myllan lastað nakað minni, og í tíðarskeiðnum 2007 - 2021 framleiddi hon uml. 350.000 kWt um árið. Tað svarar til árligu nýtsluna hjá ávikavist 140 og 90 húskjum.

Í síni livitíð framleiddi Nordtank myllan tilsamans 12,8 GWt inn á elnetið og spardi føroyska samfelagnum 2.696 tons av olju.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder