Uttanlands

Gassprísurin setir met

Fer at merkjast í Evropa komandi tveir vetrarnar í minsta lagi

2022-08-19 14:12 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta skrivar Berlingske Tidende, sum vísir á, at prísurin á bæði gassi og streymi er methøgur í løtuni. Kríggið í Ukraina hevur havt við sær minkandi atgongd til gass úr Russlandi. Gassið skal so eisini brúkast til at framleiða streym, nú vinur og aðrar varandi orkukeldur ikki eru nóg mikið til at nøkta eftirspurningin. Hósdagin var prísurin á gassi 241 euro fyri megawatt tíma, ein vøkstur uppá 6,7% uppá eitt samdøgur. 

Sambært Bloomberg er prísurin umleið 11 ferðir hægri enn hann vanliga er hesa ársins tíð. Tí kemur tað heldur neyvan dátt við, at tað í stóran mun eru orkuprísirnir, sum skunda undir høgu inflatiónina. 

Kring alt Evropa verður arbeitt við at fylla gassgoymslurnar til veturin, sum nærkast. Serstakliga verður hetta raðfest høgt í Týsklandi, sum nú um dagarnar visti at siga, at tess goymslur vóru 75% fullar. Miðjað hevur verið móti at fylla tær upp til 80%, áðrenn veturin av álvara ger vart við seg. Í Týsklandi eru tey eisini farin at skamta gassnýtsluna serliga í almennum støðum. 

Men talan er so ikki bert um komandi vetur. Ávarað verður nú um, at gasstrotið fer eisini at gera seg galdandi næsta vetur við skrivar Bloomberg. Í Danmark hóttir størsta fyritøkan á grøna orkuøkinum, Ørsted við at steðga brenningini av koli í 2023, og tað kann fáa prísirnar at hækka uppaftur meira. Eygleiðari sigur, at ger Ørsted álvara av at stongja kolaorkuverkini longu í 2023, kann tað fáa álvarsligar avleiðingar fyri streymkundarnar. Tað skrivar Finans.dk.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder