Uttanlands

Gassprísurin til himmals ger Russland innrás í Ukraina

Í USA verður nú ávarað um, at ein russisk innrás í Ukraina kann fáa gassprísin at fara til himmals, soleiðis at tað verður uppaftur dýrari hjá eitt nú amerikanarum at fylla bensintangan.

2022-01-22 11:05 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta skrivar amerikanska stjónvarpsrásin CNN á heimasíðu síni. Hvítu Húsini hava ávarað Russland um avleiðingarnar, um russiskir hermenn fara um markið til Ukraina.  Hóast russiski uttanríkisráðharrin seinnapartin í gjár gjørdi greitt eftir fund við USA, at Russland hevur onga ætlan at gera innrás í Ukraina, so kennir eingin stjórnarleiðari í Vesturheiminum seg tryggan við russisku støðuna.

Nú eru so ábendingar um, at Vestanveldini hótta við at brúka gassvápnið móti Russlandi, um russar gera innrás í Ukraina. Tvs. at russiski útflutningurin av olju og gassi til Evropa, sum hevur ovurstóran týdning fyri russiska búskapin, kann koma í vanda. Russland er næststørsti oljuframleiðari í heiminum, bara USA er størri. Og Russland er somuleiðis stórframleiðari av gassi. 

Ukraina hevur alstóran týdning eisini í hesum sambandi sum flutningshubbur fyri m.a. russiskt gass. Stórur partur av gassinum úr Russlandi til Evropa fer ígjøgnum rørleiðingar í Ukraina. Í hesum sambandi kemur eisini nýggja gassleiðingin úr Russlandi til Týskaland Nord Stream 2  inn í myndina. Enn er hon ikki góðkend til at verða tikin í nýtslu.

Tað er stórur møguleiki fyri, at oljuprísurin fer at røkka 100 dollarum, sigur Robert Yawger stjóri fyri Mizhuo Securities við CNN. Og eitt vápnað stríð í Ukraina økinum fer at hækka gassprísin enn meira sigur stjórin í IEA, Fatih Birol.  

Tað er enn ómøguligt at siga nakað við vissu um, hvussu høgir prísirnir vera ella hvussu leingi teir vera verandi høgir. Sambært CNN bera amerikanarar ótta fyri at skula gjalda uppaftur meira fyri bensin og diesel, serstakliga nú inflatiónin er við til at gera fíggjarligu støðuna hjá húsarhaldunum nógv verri. Fer bensinprísurin upp kann tað fáa álvarsligar fylgjur fyri øll tey, sum hava tørv á bili at fara til arbeiðis.

Amerikanski forsetin Joe Biden er í eini torførari støðu, nú hækkandi olju- og gassprísir koma í kjalarvørrinum á eini vaksandi inflatión við hækkandi prísum á flest øllum vørum. Hetta hendir eisini um somu tíð sum hann skal út at fáa stuðul til sína grøna politikk á orkuøkinum. Eitt stríð millum Russland og Ukraina fer bara at gera støðuna enn truplari fyri Biden forseta. 

Hóast USA fer at verða meint rakt av hækkandi olju- og gassprísum, so eru tað fyrst og fremst lond í Evropa, sum koma at merkja avleiðingarnar av eini møguligari stríðsstøðu millum Russland og Ukraina. Evropa er sera bundið at russiskum gassi, og gassprísirnir vuksu longu sera nógv í heyst, tá Russland ikki vildi økja um gassframleiðsluna fyri at nøkta evropeiska eftirspurningin. Svarið frá Putin  tá var, at Russland varð noytt til at hugsa um egnan tørv, nú veturin nærkaðist.

Síðani hevur eitt nú Týskaland hótt Russland við ikki at góðkenna nýggju Nord Stream 2 gassleiðingina, um so er at Russland vitandi brúkar hana í geopolitisku støðuni og harvið hóttir orkuveitingartrygdina hjá Evropa. Um gassprísurin heldur fram at hækka kann avleiðingin vera, at lond fara heldur at brúka olju enn gass í sínum orkuskipanum, og tað fer so aftur at ávirka oljuprísin, tí ein vaksandi eftirspurningur eftir olju krevur størri framleiðslu, sum ikki er til steðar.

Ein greinari í RBC fyritøkuni sigur sambært CNN, at Russland kann eisini brúka orkukortið í stríðnum við Evropa, soleiðis at øll koma at merkja sviðan av hesum. Hann heldur, at vandi er fyri, at Russland kann fara at halda aftur við framleiðsluni og harvið útflutninginum, soleiðis at Vesturheimurin kemur at rinda prísin.  

Tosað verður eisini um møguleikan hjá USA at brúka orkuvápnið í sanktónspolitikkinum móti Russlandi, hvørs búskapur í stóran mun byggir á orkuútflutning. So gera russar álvara av hóttanini um innrás í Ukraina kann tað henda, at Biden brúkar orkuvápnið tvs. steðgar øllum russiskum orkuútflutningi, sum so aftur fer at raka fyrst og fremst Evropa meint.

Olja og gass útgjørdu 43% av inntøkunum hjá Russlandi frá 2011 til 2020 sambært US Energy Information Administration, skrivar CNN. Fyrstu 9 mánaðirnar seinasta ár stóðu tey fyri 60%. Olja og gass eru mest týðandi grundarlagið undir russiska búskapinum sambært World Bank.

"Russia is a one-pony town. Energy is the only thing they have. It's the glaring weakness in their economy," sigur Yawger greinari hjá fyritøkuni Mizuho. 

Hann vísir á, at ein krígsstøða er nóg ring í sær sjálvum. So at taka til so víðgongd tiltøk sum at seta í verk sanktiónir á orku, fer bara at gera støðuna uppaftur verri. Tað kann føra til bæði fíggjarligt og búskaparligt sjálvmorð leggur hann aftrat.

Stóri spurningurin sambært CNN er so, um Opec og stóru oljufeløgini kunnu bøta um støðuna. Møguleiki er so eisini fyri, at Biden forseti fer undir aftur at lata upp fyri eykagoymslunum saman við øðrum londum fyri at fáa prísin at lækka aftur. Hann kann eisini royna at sannføra Opec undir leiðslu av Saudi Arabia at lata upp fyri krananum og siga, at sera høgir oljuprísir eru ikki góðir fyri framleiðararnar, um teir  oyðileggja eftirspurningin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder