2022-08-20 15:13
So hendi tað aftur. Nord Stream 1 gassleiðingin millum Russland og Týskland steðgar heilt veitingina av gassi til Evropa í tríggjar dagar seinast í august mánað. Gazprom sigur, at hetta er partur av vanliga viðlíkahaldinum av leiðingini eftir 1000 tíma rakstur.
Tá arbeiðið er liðugt verður veitingin tikin uppaftur, tó verður hon bert 20% av tí, sum gassleiðingini annars er før fyri at flyta. Hetta tí at russar góðkenna ikki sanktiónirnar, sum lond hava sett í verk móti Russlandi.
Tíðindini fingu beinanvegin gassprísin at hækka eins og óttin fyri gasstroti í Evropa í vetur veksur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald