Uttanlands

Greinarar um oljuprísin: Úr 75 uppí 100 dollarar

Hóast greinarar eru ójavnir á máli, so halda fleiri, at prísvøksturin fer at halda fram til bæði 75, 80 og entá 100 dollarar fyri tunnuna

2021-02-24 11:44 Author image
Jan Müller
placeholder

Eftir støðuga hækking seinastu tíðina við 4,5% um vikuna er oljuprísurin komin upp á góðar 65 dollarar fyri tunnuna, og greinarar meta, at hann fer at hækka enn meira restina av hesum árinum, til millum 75 og 100 dollarar.

Høvuðsgreinarin hjá Energy Aspects sigur, sambært Bloomberg, at prísurin verður 100 dollarar í 2022. Stjórin í Socar Trade fyritøkuni sigur seg ikki verða bilsnan, um oljuprísurin verður 80 dollarar í summar, og næstu 18-24 mánaðirnar fer hann upp um 100 dollarar. Amerikanski stórbankin  Goldman Sachs metir, at oljuprísurin fer at hækka til 75 dollarar í summar, nú útlit eru til, at eftirspurningurin er farin at vaksa aftur um somu tíð sum stórur partur av heiminum verður vaksineraður móti korona. Bara í ár er oljuprísurin hækkaður við 20%. Fyri góðum ári síðani var hann umleið 20 dollarar fyri tunnuna, so talan er um eina trýfalding av prísinum. 
 
Stóri spenningurin er nú, hvat Opec+ londini fara at gera, nú tey og Russland fundast í komandi viku. Higartil hava londini megnað at minka um framleiðsluna fyrst við 10 mió. tunnum um dagin fyri síðani at minka um avmrkingina til 7 mió. tunnur.  Okkurt bendir á, at londini eru ikki samd um komandi avmarkingar undan fundinum. Meðan Opec-lond við Saudi Arabia á odda helst vilja halda fram við skerjingunum í eina tíð aftrat, so vil Russland lata upp fyri at vaksa aftur um framleiðsluna. Serstaliga vísa russar á, at teir ætla sær ikki at standa og hyggja at, meðan amerikanskir skiferframleiðarar eftir øllum at døma fara at skunda undir aftur framleiðlsuna, nú oljuprísurin er farin upp um 60 dollarar. Tá er tað nevniliga aftur lønandi at økja um skiferframleiðsluna. 
 
Grøna skiftið heldur annars fram við at seta síni fingramerki á orkudagskránna í størri og størri mun. Kortini meta bæði greinarar og leiðandi oljufólk, at tørvur verður á olju og serstakliga gassi í mong tíggjuár aftrat. Her er ikki minst talan um menningarlond, sum í dag ikki hava atgongd til streym. Heimskendi søgumaðurin, Yergin, sum gjøgnum mongu bøkur sínar hevur fylgt gongdini á orkuøkinum, segði á ráðstevnu nú um dagarnar, at vit mugu gera okkum greitt, at olja og gass fara at vera partur av gerandisdegnum í mong ár aftrat. 
 
Flestu av teimum stóru oljufeløgunum, sum  hava tikið grøna skiftið til sín og gjørt tað til part av framtíðar virkseminum, eru sannførd um, at olja og gass framhaldandi fara at vera partur av orkuframtíðini saman við varandi orkukeldum.  Mong teirra gera íløgur í vindorku og sólorku umframt í royndirnar at menna tøknina til at fanga og goyma CO2 skrivar Oilprice. 
 
Undir heitinum “Fossil Fuels Aren´t Going Anywhere” endurgevur orkumiðilin Oilprice stjóran hjá veitingarfyritøkuni Baker Hughes, Lorenzo Simonelli, fyri at siga, at olja og gass fara ongan veg í bræði. Einki bendir á, at til ber 100% at dúva uppá varandi orku.  Hann bjóðar grøna skiftinum vælkomnum men vísir samtíðis á, at til ber at fremja broytingar í olju- og gassframleiðsluni, sum kann gerast nógv reinari og effektivari enn í dag. 

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder