2025-10-23 12:45

Í gjár bórust tíðindini um, at felagið Thomsen nú bjóðar seg fram at selja gassolju til føroysk húsarhald til ein munandi bíligari prís enn verandi oljufeløgini, Magn og Effo kunnu bjóða.
Í gjár seldu gomlu oljufeløgini gassoljuna fyri 8,58 krónur fyri liturin, meðan Thomsen bjóðaði hana fyri 7,74.
Í morgun hevði Thomsen hækkað prísin við 10 oyrum til 7,84. Tá hevði Magn lækkað sín prís til við 14 oyrum til 8,40 krónur.
Og nú um middagsleitið hevði Effo eisini lækkað sín prís. Hesa ferð við 38 oyrum til 8,20 krónur.
Les tíðindini frá í gjár: Nýtt oljufelag byrjað í dag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald