Graham Stewart hálvur føroyingur og ein av oddamonnunum aftanfyri føroysku oljuleitingina fyrst í nullunum við Faroe Petroleum, hevur stovnað eitt nýtt orkufelag saman við oddamanni í bretsku oljuvinnuni, Chris Cox frá Spirit Energy.
Teir báðir hava stovnað gassfelagið Curium Resources, sum hevur sum mál at leita eftir og framleiða gass í syðra partinum av Norsjónum. Nýggja felagið skal vera eitt av fremstu orkufeløgunum á bretska landgrunninum.
Felagið sigur, at tað hevur funnið fram til áhugaverdar møguleikar í syðra partinum av Norðsjónum á bretskum øki. Umframt leiting og framleiðslu fer felagið eisini at leggja seg eftir at minka um útlátið eitt nú gjøgnum fangan og goymslu av CO2. Felagið fer at leggja seg eftir at brúka sonevnda innovativa tøkni í tess arbeiði.
Bæði Graham Stewart og Chris Cox eru kend andlit í bretsku oljuvinnuni. Tá norska oljufelagið DNO í 2019 keypti - tók yvir - Faroe Petroleum, stovnaðu Graham og restin av leiðsluni í Faroe Petroleum oljufelagið Longboast Energy. Har er Graham framvegis nevndarformaður. Longboat Energy hevur valt at arbeiða á norska landgrunninum og hevur verið partur av fleiri væleydnaðum boringum og er í løtuni við at gera eina samstarvsavtalu við japanska oljufelagið Japex. Feløgini síggja stórar møguleikar í Norra.
Longboat Energy hevur júst keypt upp tveir partar av stóru norsku oljuleiini Statfjord og verður tað fyrsta framleiðslan hjá felagnum, síðani tað varð stovnað nøkur ár herfyri.
Nú hevur Graham Stewart so tikið enn eitt stig víðari við at stovna Curium Resources, sum skal arbeiða á bretska landgrunninum. So ein kann siga, at hann við hesi avgerð nú hevur annað beinið á norska landgrunninum og hitt á tí bretska. Graham er kendur fyri at fóta sær og seta sær stór mál og í mongum førum at røkka teimum. Eitt nú rakk Faroe Petroleum fleiri góð úrslit í Norra við Graham á brúnni.
Chris Cox hevur arbeitt í oljuvinnuni seinastu 40 árini og fór frá sum stjóri í Spirit Energy í 2022. Áðrenn tað hevur hann eisini arbeitt hjá Hess, Chevron og BG. Eitt skifti stóð hann á odda fyri oljufelagnum Capricorn.
Cox sigur sambært Energy Voice, at endamálið hjá nýggja felagnum Curium er at gerast eitt sjálvstøðugt burðardygt bretskt gassmenningar- og framleiðslufelag, sum kann veita orku til húsarhald í Bretlandi á ein umhvørvisvinarligan hátt.
Kelda: Energy Voice
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald