Uttanlands

Grønlendska oljuævintýrið skjótt søga

-nú ætlanin er at taka av almenna oljufelagið Nunaoil eitt ár eftir, at landsstýrið í Grønlandi gjørdi av at gevast við allari framtíðar leiting eftir kolvetnum.

2022-10-15 16:43 Author image
Jan Müller
placeholder

Almenna grønlendska oljufelagið Nunaoil verður nú eftir øllum at døma tikið av. Ætlanin er at samtykkja  uppskot, sum longu er lagt fram og viðgjørt í grønlendska lóggevandi tinginum um at taka av oljufelagið í núverandi líki, sum hevur verið partur av oljuleitingini í Grønlandi frá byrjan. Henda var sera virkin í árunum frá 2000 til 2014, tá meira enn 20 loyvi vórðu latin eitt skifti og fleiri brunnar vórðu boraðir. 

Tað var eitt krav frá grønlendsku myndugleikunum, tá teir lótu útlendskum oljufeløgum loyvi at leita eftir kolvetnum í grønlendsku undirgrundini, at Nunaoil, sum grønlendski staturin átti, skuldi hava lut í øllum loyvum.

Verður uppskotið um at niðurleggja Nunaoil samtykt er tað samtíðis endabresturin í grønlendska oljuævintýrinum. Grønlendskir politikarar halda onga orsøk vera til at varðveita eitt grønlendskt oljufelag, nú avgerð varð tikin 24. juni í fjør heilt at gevast við oljuleiting. Harvið vildi Grønland eisini fylgja teimum londum, eitt nú Danmark, um at fara burtur frá kolvetnum í sambandi við grøna orkuskiftið.  

Grundgevingin fyri at gevast við allari oljuleiting varð, at myndugleikarnir vilja tryggja náttúruna, veiðu- og fiskivinnu og heldur byggja framtíðina á varandi orkukeldur sum er í samsvar við Paríssáttmálan. 

Grønlendskir politikarar halda tað vera rættari at brúka orkuna uppá at finna og troyta tey mongu mineralini, sum eru í Grønlandi. Tað er so eisini ein sannroynd, at øll feløgini, sum fyrr vóru við í leitingini, hava tikið seg aftur skrivar KNR. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder