Uttanlands

Grønt bilasølumet 

Grøni elbilframleiðarin Tesla setti aftur met í framleiðsluni av elbilum í øðrum ársfjórðingi í ár. Tá vórðu seldir 466.140 Tesla bilar, sum er methøgt sambært Reuters.

2023-07-04 17:47 Author image
Jan Müller
placeholder
Hetta var 10% hægri enn undanfarna ársfjórðing og ikki minni enn 83% hægri enn fyri einum ári síðani. Greinarar høvdu roknað við eini sølu uppá 445.000 bilar, sum tó gjørdist 20.000 bilar fleiri. 

Ein av orsøkunum til høgu søluna er nýggi marknaðarpolitikkurin hjá amerikonsku fyritøkuni, sum fleiri ferðir hevur lækkað prísin á bilum til tess at økja um søluna. Hetta er gjørt við m.a. at geva rabattir uppá 20%. 

Greinarar hava borið ótta fyri einum veruligum prískríggi og kalla príslækkingarnar hjá Tesla fyri part av tess pokerlíknandi sølupolitikki, sambært Reuters. 

Tesla framleiddi meira enn 1,3 millioner biler í fjør og hevur størsta marknaðarpartin í USA, men í Kina, sum er næst størsti marknaðurin hjá fyritøkuni, leggur kappingarneytin BYD seg enn longri á odda við sínum nýggjaru bilum og ágangandi vakstrarætlanum.

Kortini liggur Tesla til at seta sølumet í Kina. 

Eisini í Norðurlondum økist sølan av elriknu Teslabilunum. Her liggur Norra á odda. Higartil í ár eru skrásettir 12.134 nýggir Teslabilar í Norra, og harvið eigur fyritøkan 27% av marknaðinum, sum verður mett at vera óvanliga høgt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder