Tað leikar hart á á orkuøkinum bæði í Evropa og í USA fyri tíðina. Eftir útsøgnirnar hjá nýggja amerikanska forsetanum Donald Trump um, at vindmyllur eru av tí ónda og skulu jarðast sum skjótast, hava fleiri stórar altjóða vinnufyritøkur longu merkt sviðan av tí, sum eftir øllum at døma er komandi á orkuøkinum í USA.
Risastórar íløgur í serstakliga vindmyllur til havs hava fingið ein álvarsligan brotasjógv og hava longu fingið avleiðingar fyri bæði fíggjarligu úrslitini eins og fyri stjórar í hesum fyritøkum. Shell hevur júst framt niðurskrivingar í milliardaflokki vegna broyttu støðuna hjá amerikonsku stjórnini til íløgur í grøna orku, og danska stórfyritøkan og heimsins størsta innan havvindorku, Ørsted hevur gjørt tað sama. Hon hevur longu lagt frá landi í USA við stórum havvindmylnulundum, sum nú helst verða av ongum. So mikið álvarslig er støðan fyri Ørsted, at danska stjórnin, sum er ein av størstu partaeigarunum, hevur gjørt av at senda stjóran Mads Nipper til hús. Virðið á Ørsted er lækkað við 80% síðani Nipper tók við í 2021. Nýggi maðurin eitur Rasmues Erreboe og hevur arbeitt hjá fyritøkuni síðani 2012.
Aðrar danskar fyritøkur, sum koma at merkja avleiðingarnar av stjórnarskiftinum í USA er vindmylnuframleiðarin Vestas, sum longu hevur fingið fótin fastan á landi í USA men sum nú eisini skuldi til at fara til havs við sínum vælumtóktu myllum.
Umframt nýggja orkupoltikkin hjá Trump, so eru eisini hækkandi rentur og prísir ein týðandi partur av orsøkini til støðuna.
Fyri danska grøna orkupolitikkin hevur støðan longu fingið avleiðingar, nú einki felag bjóðaði uppá ta fyrstu stóru donsku vindmylnuútbjóðingina í desember í fjør. Stjórnin hevur tí verið noydd heilt at skifta kós og bjóðar sær nú til at lata almennan fíggjarligan stuðul til komandi útbjóðingar. Higartil hevur stjórnin ikki mett, at hetta varð neyðugt. Og tað sama hevur gjørt seg galdandi í Bretlandi, har tey heilt hava broytt karmarnar fyri grønari vindmylnuútbygging til havs. Tað hava danir nú eisini funnið út av, og tí fer staturin skjótt at seta nógvar pengar av til at fáa gongd á komandi útbjóðingar. Tær báðar útbjóðingarnar, sum vórðu ætlaðar at lata upp í ár, verða nú útsettar til 2026, tí karmarnir skulu broytast.
Aftrat hesum kemur so, at stóra slagskipið í grønu donsku kollveltingini, "Orkuoyggin Bornholm", verður løgd á hillina fyribils. Har var ætlanin at byggja út eina vindmylnulund 15 kilometrar frá Bornholm, sum skuldi veita streym til 2,2 mió. íbúgvar á Sælandi og Týskalandi. Nú verður bíðað eftir úrslitinum av týska valinum, áðrenn farið verður víðari við tí verkætlanini.
Fara vit so til grannarnar Svøríki og Norra, so verða eisini har gjørdar stórar broytingar í grøna orkupolitikkinum. Herfyri gjørdi svenska stjórnin av at steðga eini stórari vindmylnuútbjóðing í Eystrasalti, tí hon vil ístaðin brúka stóru havøkini til hernaðarlig endamál, nú hóttanin frá Russlandi veksur.
Í Norra fór stjórnin í tvíningar í vikuni, eftir at Miðflokkurin ikki vildi vera við til at seta í verk 3 orkudirektiv frá ES. Vegna hørðu kappingina á streymmarknaðinum í Evropa við sera høgum prísum sum avleiðing hevur Jonas Gahr Støre vegna Arbeiðaraflokkin gjørt av ikki at leggja ein orkusjókaðal millum eina risastóra havvindmylnulund í Norðsjónum og evripeiska meginlandið. Nú verður øll streymorkan flutt til Noregs ístaðin, hetta fyri at tryggja, at prísirnir ikki fara at hækka enn meira. Hinvegin hevur norskan minnilutastjórnin annars ætlanir um at økja munandi um útbygging av varandi orku um somu tíð sum skundað verður undir orkusparing og orkueffektivisering.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald