Uttanlands

Heimsins størsta havvindmylnulund undir framleiðslu í Bretlandi

Talan er um Hornsea 2, sum fer at veita  streym til 1,3 mió. húsarhald 

2022-08-31 14:42 Author image
Jan Müller
placeholder

Jan Müller, London. 

Heimsins størsta havvindmylnulund, Hornsea 2 út fyri bretsku strondina, er einki minni enn ein sólskinssøga. Bretar hava veruliga  brúk fyri góðum tíðindum í hesum døgum, har  methøgu orkuprísirnir raka bretskar familjur sera meint. Vindorkan er í løtuni tann bíligasta orkan, og tí seta nógvir bretar sítt álit á eina orkuframtíð, har varandi orkukeldur sum eitt nú orka frá vindmyllum í Norðsjónum sum frálíður  kann avloysa aðrar dýrari og dálkandi orkukeldur so sum kol, olju og gass. 

Hornsea 2 vindmylnulundin er øgilig og er eitt týðandi stig í grøna orkuskiftinum í Bretlandi.  Hon er 462 ferkilometrar og  fyllur fýra ferðir meira enn Manchester býur og eru vindmyllurnar tvær ferðir so høgar sum Big Ben klokkutornið í London. Veingirnar eru 81 metrar langar. Talan er um 165 Siemens Gamesa vindmyllur, sum hvør framleiðir 8 MW. Tilsamans skulu tær framleiða 1,3 Gigawatt. Vindmylnulundin er 90 kilometrar út fyri Yorkshire í suðurbretlandi. Har er frammanundan Hornsea 1 lundin, og enn ein vindmylnulund Hornsea 3 er ávegis. 

Nýggja vindmylnulundin fer at geva nógv arbeiði í landi eisini. Her verður tað gamli fiskvinnubýurin Grimsby, sum fer at fáa mesta ágóðan av nýggjum arbeiðsplássum serstakliga í havnini, haðni lundin verður rikin. 

Vindmylnulundin fer undir framleiðslu um somu tíð sum 8 lond kring Eystursjógvin hava sett út í kortið eina risastóra verkætlan at byggja út vindorkuna. Tað sær ikki mætari út, enn at vindmyllur bæði til havs og á landi fara at eiga ein týðandi lut í grøna orkuskiftinum í vestara partinum av Evropa. 

Onnur mál, sum fylla nógv í Bretlandi í dag, eru tvær hendingar, ið hava havt stóra ávirkan á heimin so ella so. Seinasti leiðarin í Sovjetsamveldinum Mikhail Gorbachev er deyður 91 ára gamal. Samtíðis eru 25 ár síðani, at Diana prinsessa lat lív í eini ferðsluvanlukku.

Hesar hendingarnar merkja  forsíðurnar í flestu av dagbløðunum í London, men orkumál eiga eisini tær stóru yvirskriftirnar, her bæði orkukreppan í kjalarvørrinum av russisku innrásini í Ukraina og nú eisini meira jaligu tíðindini á orkuøkinum um heimsins størstu havvindmylnulund, sum í dag er farin at framleiða bíligan streym til meira enn eina millión húsarhald.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder