Hann er kendur fyri ikki at leggja fingrarnar ímillum – at kalla ein spaka fyri ein spaka og brúka sera hørð orð og vendingar, tá hann umrøður støðuna í heiminum – m.a. frá røðarapallinum í ST.
Talan er um ST aðalskrivaran António Guterres, sum aftur - hesaferð á COP27 veðurlagsráðstevnuni í Egyptalandi – hevur brúkt ógvuslig og alvarssom orð í síni setanarrøðu.
“World and humanty is on ‘highway to climate hell’, ávaraði Guturres, tá hann tók orðið á COP27. Hann brúkti eisini vendingina, at heimurin varð vorðin eitt klimakaos og taka vit okkum ikki um reiggj og gera neyðugu broytingarnar í veðurlagspolitikkinum, so endar tað heilt galið.
Antin broyta vit kósina nú ella gongur tað bara ein veg – tann skeiva vegin. Hann vísti á, at vit hava ikki megnað at vent gongdini, soleiðis at vit kunnu liva upp til Parísavtaluna um, at upphitingin má ikki fara uppum 1,5 stig. -Vit stríðast fyri at yvirliva og komandi 10 árini fara at vísa, um vit megna at steðga yvirupphitingini.
Hann vísti á týdningin, at ídnaðarlondini og menningarlondini kunnu arbeiða saman ella vit gera kollektivt sjálvmorð, sum hann málbar seg. Heimurin hevur neyðugu amboðini til tess at minka um útlátið. Enn stendur eitt vindeygað opið fyri at venda gongdini.
Eitt av stóru málunum, sum sett síni fingramerki á ráðstevnuna higartil, er støðan hjá teimum fátækaru londunum í heiminum. Hesi londini eitt nú í Afrika krevja av ríkara partinum av heiminum, tvs. Vesturheimin, Russland og Kina, at hann tekur sína ábyrgd av dálkingini og veðurlagsbroytingunum, sum hava rakt menningarlondini so meint. Higartil hevur verið tosað um, at ríkaru londini skulu rinda 100 mia. dollarar til menningarlondini um árið. Nú er tann upphæddin hækkað munandi og skulu índaðarlondini, haðani yvirupphitingin stavar, ikki bert rinda fyri grøna orkuskiftið í menningarlondununum, tey skulu eisini rinda fyri teir ovurstóru skaðarnar, sum broytta veðurlagið hevur havt serstakliga í triðja partinum av heiminum, her m.a. Pakistan, Nigeria oø.
Tað ljóðar, at tað verður torført at sannføra ríkaru londini at liva upp til hesi krøvini, ikki minst tí tey stríðast við inflatión, orkukreppu og kríggið í Ukraina.
Eitt mál, sum eisini fekk nógva umrøðu, er spurningurin um framtíðar nýtsluna av gassi. Nógv av menningarlondunum her serliga í Afrika vilja sleppa at útvinna teirra stóru gassgoymslur soleiðis at tey kunnu fáa atgongd til m.a. elektrisitet eins og ídnaðarlondini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald