Í november verður veðurlagsráðstevnan COP27 hildin í Egyptalandi. Undan ráðstevnuni sigur aðalskrivarin í ST, Antonio Guterres, at vit nærkast eini veðurlagsvanllukku, og tí má alt gera fyri at seta tiltøk í verk, sum kunnu bøta um støðuna.
Hetta sigur hann í eini samrøðu við BBC. Hann heldur, at vit hava lyndi til at undirmeta avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum, sum aftur kann koma okkum álvarsliga aftur um brekku taka vit ikki støðina í størsta álvara.
Á komandi veðurlagsráðstevnuni fara heimsins lond at umrøða veðurlagsbroytingarnar og hvat kann gerast fyri at venda gongdini, ið er við taka okkum á bóli við ógvusligum veðurlagsbroytingum kring heimin.
Guterres kemur í samrøðuni inn á altjóða trupulleikar so sum inflatiónina, russisku innrásina í Ukraina og høgu orku- og matvøruprísirnar.
-Vit mugu fáa veðurlagsbroytingarnar á aftur dagsskránna í altjóða kjakinum og umrøðuni sigur hann og minti á, at vit mugu ikki gloyma avtaluna í París í 2015 um at halda hitavøkstrinum undir 1,5 stig fyri harvið at kunna forða fyri ringastu avleiðingunum av veðurlagsbroytingunum.
Hann sigur seg vóna at síggja bæði Charles 3 kong av Bretlandi og nýggja forsætisráðharrain Rishi Sunak til ráðstevnuna í Egyptalandi.
Hann heitti eisini á USA og Kina um at arbeiða saman á ráðstevnuni og segði, at heimurin hevur brúk fyri teirra leiðslu fyri at røkka málunum. Í august segði Kina, at tað fór at gevast við hesum samstarvinum, eftir at ein leiðandi amerikanskur politikari hevði vitjað Taiwan.
-Hetta er mest týðandi málið í okkara livitíð og eingin hevur rætt til at ofra altjóða veðurlagstiltøk av politiskum orsøkum.
-Vit mugu siga sannleikan. Og hann er, at veðurlagsbroytingarnar hava so stórar avleiðingar fyri ávís øki og lond, at tær mugu sigast at vera altoyðileggjandi.
Heimsins stjórnir mugu lata 100 mia. dollarar til triðja heimin at fíggja stríðið móti veðurlagsbroytingunum, tí hann megnar tað ikki einsamallur. Menningarlondini eru tey, sum eru harðast rakt av veðurlagsbroytingunum og her ikki minst Pakistan, sum herfyri varð rakt av vatnflóð skapt av veðurlagsbroytingum.
Guterres helt fyri, at ein eyka skattur á vinningin hjá olju- og gassfeløgum kann hjálpa til at finna ta fíggingina, sum skal til fyri at hjálpa menningarlondunum. Og hann heitti á lond um ikki at gera fleiri íløgur í fossila orku og heldur brúka íløgurnar til at menna varandi orkuna.
Guterres heitti á heimsins ungdóm um at vera partur av stríðnum móti veðurlagsbroytingum.
Samrøðan kemur stutt eftir, at ein nýggj frágreiðing er gjørd um støðuna í heiminum, tá tað um veðurlagsbroytingar ræður. Hon sigur m.a., at í 2021 var metár fyri útláti av veðurlagsgassum og her ikki minst metan, sum ongantíð hevur verið so høgd.
Hann minti á, at á COP27 fara londini, sum bundu seg til at fremja broytingar á COP26 í Glasgow, vónandi at kunna vísa á ítøkilig úrslit til tess at koma veðurlagsbroytingum til lívs við m.a. at steðga burturbeining av skógunum eins og at steðga nýtsluni av fossilum brennievnum eins og at kunna játta menningarlondunum fígging at røkka veðurlagsmálunum.
Kelda BBC
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald