Tingmaðurin Helge Abrahamsen úr Sambandsflokkinum hevur sett landsstýriskvinnuni í orkumálum Ingilín Strøm fleiri spurningar um vindorku. Hann spyr m.a., hví øll orkan frá vindmylnulundum ikki verður brúkt, og hvat landsstýriskvinnan ætlar at gera fyri at finna eina loysn, soleiðis at øll orkan frá vindmyllum verður brúkt.
Tingmaðurin hevur sett landsstýriskvinnuni fimm fyrispurningar eftir grein 53. Spurningarnir eru hesir:
1.Hví verður avlopsorkan frá vindmyllulundunum á Gellingarkletti og í Flatnahaga ikki brúkt tildømis til hitaskipanina hjá Fjarhitafelagnum?
2.Hvat ætlar landsstýriskvinnan at gera fyri at tryggja, at øll hendan grøna orkan kemur til høldar?
3.Hvussu leingi fer pumpuskipanin í Vestmanna at kunna tryggja neyðugu elorkuna í Føroyum, tá eingin vindur er, vindmyllurnar tí ikki framleiða?
4.Metir landsstýriskvinnan, at orkugoymslan í pumpuskipanini verður nøktandi, fyri at tryggja, at føroyingar kunnu fáa elorku, sum er framleidd úr varandi orkukeldum?
5.Hvussu hevur umvælda vindmyllan hjá SEV í Neshaga virkað, síðani hon varð sett í stand?
Í viðmerkingunum sigur tingmaðurin m.a.:
"Í hesum fyrispurninginum verða settir nakrir spurningar í sambandi við vindorku. Helvtin av allari elframleiðsluni hjá SEV fyrra hálvár í ár var grøn orka. Av hesum komu smá 26 % frá vindorku og góð 23% frá vatnorku. Biogass og sólorka stóðu fyri tilsamans einum lítlum prosenti.
Tað er gleðiligt, at vit eru komin so mikið væl áleiðis við grøna orkuskiftinum, at helvtin av elframleiðsluni er grøn. Men samtíðis vita vit, at helvtin av orkuni, sum vindmyllulundirnar á Gellingarkletti og í Flatnahaga framleiða, fer til spillis. Hendan orkan kundi til dømis verið seld til Fjarhitafelagið, soleiðis at ein munandi størri partur av húsunum í Havn blivu hitað við grønari orku. Tí verður spurt, hví hendan orkan ikki verður brúkt, og hvat landsstýriskvinnan ætlar at gera fyri at fáa eina slíka loysn at virka.
Grundin til at SEV ikki kann taka ímóti allari orkuni frá vindmyllunum sigst vera, at tað er tekniskt ógjørligt, so leingi sum pumpuskipanin í Vestmanna ikki er farin at virka. Vindorka er óstøðug og kann bert í avmarkaðan mun goymast. Tí skal pumpuskipanin javna framleiðsluna, soleiðis, at um nógvur vindur er ein dag og stilli
tann næsta dagin og so aftur vindur tann triðja dagin, so skal avlopið av vindorkuni tann fyrsta dagin kunna goymast til tann næsta dagin, og fyllast kann so aftur í goymslurnar tann triðja dagin.
Men spurningurin er, hvussu nógvar fylgjandi dagar við lítlum og ongum vindi pumpuskipanin fer at kunna javna, og um hendan orkugoymslan verður nøktandi.
Seinasti spurningurin snýr seg um vindmyllulundina í Neshaga. Í langa tíð hevur tann eina myllan verið til umvælingar, og hinar hava riggað illa. Í summar varð umvælda myllan sett uppaftur, og ta fyrstu tíðina sást hon mala. Men seinastu vikurnar hevur hon staðið still fyri tað mesta. Tí verður spurt, um umvælingin ikki hevur givið ætlaða úrslitið. Løgtingið skal atkvøða í dag, um fyrispurningurin skal svarast.
Enn ein fyrispurningur, sum snýr seg um orkumál, og sum tingkvinnan Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir úr Fólkaflokkinum hevur sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni í vinnumálum, skal svarast í næstum. Sambært tingskránni skal hann svarast 21. september. Helst ein av komandi døgunum eftir tað verður so umrøða av spurninginum og svarinum í tinginum. Spurningurin snýr seg um, hvat er hent á oljuleitiøkinum, síðani tingið viðgjørdi oljuleiting fyrr í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald