Tað var herfyri, at avtala varð gjørd millum tvey stór veitarafeløg í Hetlandi og Skotlandi og eigararnar av Ninian oljufeltinum í norðara partinum av Norðsjónum um at taka niður og sundur undirstøðið (jacket) av Ninian Northern oljupallinum. Tað verður komandi dagarnar flutt til Dales Voe avriggingarhavnina uttan fyri Lerwick í Hetlandi, har 8500 tons tunga undirstøðið skal takast sundur og endurnýtast.
Tá Ninian Northern pallurin varð fluttur til Hetland við Pioneering Spirit í 2020
Her verður Ninian Northern pallurin í 2020 fluttur til Dales Voe avriggingarstøðina í Hetlandi.
Tað var annars í 2020, at pallurin á Ninian feltinum varð fluttur til Hetlands og eftir tað tikin sundur. Við hesum uppgávum er Hetland komið á heimskortið innan nýggju vinnuna “Decommissioning”, sum er avrigging av pallum og útbúnaði frá gomlum olju- og gassfeltum í Norðsjónum. Eftir 50 ára tænastu eru fleiri av goymslunum vornar tómar, og sambært loyvunum skal allur útbúnaður flytast til lands til avrigging. Henda vinna hevur tikið dik á seg bæði í Bretlandi, Norra, Danmark og Hálandi.
Heimsins størsta flutningsskip "Pioneering Spirit", sum í løtuni er stætt á leiðunum eystan fyri Føroyar, har tað skal flyta part av oljupallinum Ninian Northern til Hetlands at taka sundur.
Umframt at liva upp til strongu umhvørviskrøvini í olju- og gassvinnuni, so er talan eisini um at endurbrúka tilfarið. Umleið 98% av tilfarinum verður endurnýtt.
Tað er eitt samstarv millum fyritøkurnar Veolia og Peterson, sum gera stóru uppgávuna møguliga. Hon fer at taka átta mánaðir og er Pioneering Spirit í løtuni í ferð við at lyfta uppgávuna!
James Johnson, sum stendur á odda fyri avriggingaruppgávum hjá Peterson sigur, at henda nýggja uppgávan vísir, at samstarvið millum tær báðar fyritøkurnar ger tað møguligt at átaka sær slíkar uppgávur og leggur hann eisini dent á sera góðu umstøðurnar á Dales Voe avriggingarstøðini uttan fyri Lerwick. Hann vísir eisini á, at ein orsøk til, at júst Hetland hevur fingið hesa uppgávuna, er tað væleydnaða arbeiðið, sum var gjørt, tá sjálvur Ninian Northern pallurin kom í land á Dales Voe í august 2020.
Tað er 8.500 tons tunga undirstøðið (Jacket) á Ninian Northern pallinum, sum nú verður flutt til Hetlands, har tað so verður tikið sundur og endurbrúkt.
Ninian oljukeldan varð funnin í 1978 og fór undir framleiðslu tvey ár seinni. Framleiðslan varð steðgað í 2017.
Hóast tað oftast verður varpað ljós á flutning og avrigging (decommissioning) av stórum oljupallum, tá henda nýggja vinnan verður umrødd, so er flutningur og avrigging av smærri eindum so sum útbúnaði á havbotninum ein týðandi partur av vinnuni. Eitt nú verður havnin í Aberdeen brúkt til henda partin av vinnuni.
Spurningurin um Føroyar eisini eiga at hyggja eftir, hvussu henda lutvíst nýggja vinnan virkar og mennist í okkara grannalondum, er so nakað, sum er evnið í eini kanning, ið Sjóvinnufelagið hevur latið upp í hendurnar á FOÍB (Føroya Orkuídnaðarbólk) at kanna.
Havnin í Aberdeen er eisini týðandi partur av skotska "Decomm" ídnaðinum. Her koma javnan smærri lutir frá olju- og gassfeltum í Norðsjónum og geva nógv arbeiði til eitt nú frálandsskip.
Her síggjast gomlu olju- og gasspallarnir og teirra útbúnaður í Norðsjónum, sum skulu riggast av komandi árini, nógvir teirra í føroyska grannalagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald