Í vikuni kom heimsins størsta flutningsskip “Pioneering Spirit” til Hetlands við 83 metra høga og 8.500 tons stóra undirstøðinum á oljupallinum Ninian Northern. Tað varð flutt á land í Dales Voe avriggingarhavnini uttan fyri Lerwick. Undirstøðið, (jacket) kemur av oljuleiðini í norðasta partinum av Norðsjónum og verður nú tikið sundur til endurnýtslu. Umleið 98% av stálinum verður endurnýtt. So talan er um bæði eina umhvørvis- og endurnýtslu uppgávu - og tað snýr seg sjálvandi eisini um, at stóru oljufeløgini skulu rudda upp eftir sær sjálvum eftir lokið arbeiði.
Við hesi nýggjastu “decommissioning” uppgávuni aftrat hevur Hetland av álvara sett seg á heimskortið sum framtíðar avriggingarstað fyri oljupallar og útbúnað úr Norðsjónum, ið hava tænt sína tíð. Fleiri av pallunum eru frá 70-árunum.
Hóast fleiri onnur pláss í Bretlandi verða nýtt til avrigging av pallum og útbúnaði frá olju- og gassleiðum í Norðsjónum, so verður nú av álvara varpað ljós á okkara næsta granna fyri sunnan, Hetland.
Lerwick millum best egnaðu plássini
Tá bretskir myndugleikar nøkur ár herfyri fóru undir at kanna, hvat er best egnaða plássið í Bretlandi til at hýsa framtíðar avrigging (decommissioning) av útbúnaði frá olju- og gassleiðum í Norðsjónum varð økið nærhendis Lerwick, Dales Voe, útpeikað sum sera vælegnað til at hýsa nýggju vinnuni. Her er djúpt vatn og umstøðurnar á landi eru góðar. Eisini liggur hetta plássið burtur frá bygdum øki. So mikið stóran týdning hava íleggjarar og fíggingarstovnar mett útbygging av avriggingarhavnini í Dales Voe hava fyri bæði Hetland og alt Bretland, at skotska stjórnin, menningarstovnurin Highlands and Islands Enterprise og Bank of Scotland tóku undir við at fíggja verkætlanina, sum nú eisini skal víðkast enn meira.
Dales Voe varð av álvara royndarkoyrt, tá sjálvur pallurin (topside) á Ninian Northern feltinum varð fluttur til Hetlands í 2020. Ta uppgávuna megnaðu hetlendingar so mikið væl, at nú fall so valið aftur á Dales Voe at taka til lands undirstøðið á fyrrverandi oljuleiðini í Norðsjónum. Og til báðar uppgávurnar er heimsins størsta flutnings- og lyftiskip Pioneering Spirit brúkt. Tað er júst útbygt við einum stórum krana, ið einsamallur lyfti tað 8.500 tons tunga undirstøðið og sigldi tað til Hetlands, har tað síðani varð flutt á ein prám, ið flutti tað seinasta teinin at keiini í Dales Voe.
Komandi átta mánaðirnar fara so fólk frá feløgunum Peterson og Veolia at taka stálundirstøðið sundur. Nærum 100% av stálinum verður endurnýtt.
Í Hetlandi verður nú roynt av øllum alvi at gera til veruleika eina verkætlan til útbygging av Dales Voe avriggingarhavnini við eini nýggjari djúpvatnskei, sum í framtíðini skal kunna taka ímóti nærum øllum útbúnaði frá gomlum oljuleiðum í Norðsjónum.
Stórar uppgávur fyri framman
Felagið Allseas, sum eigur Pioneering Spirit, fegnast um stóra áhugan at brúka teirra tænastur. Longu nú eru bíleggingar av sama slag sum henda seinasta í Hetlandi at flyta útbúnað frá oljuleiðum uppá 123.000 tons tilsamans. Ein partur av hesum eru olju- og gassleiðir, sum liggja ikki so langt úr Føroyum.
Skipið er annars eisini ætlað at brúka í vindorkuvinnuni og aðrari varandi orkuvinnu.
Mett verður at avriggingarvinnan, sum vanliga verður nevnd “decommissioning”, fer at skapa nógv arbeiðspláss og inntøkur til ymsu plássini rundan um Norðsjógvin. Her er talan um avriggingarhavnir bæði í Englandi, Skotlandi og Hetlandi eins og í Norra, Danmark og Hálandi.
Skapar nógv arbeiði
Vinnan er við til at seta nógvar ringar í sjógvin, tí brúk er fyri fakfólki og feløgum innan nógvar ymsar vinnugreinar, tá farið verður undir at fyrireika slíkar stórar verkætlanir. Eitt nú er brúk fyri togarum, frálandsskipum og mongumøðrum veitarum, tá hesar verkætlaninar skulu gerast veruleiki. Og á landi geva tær nógv arbeiði til fakfólk av ymsum slag. Her skulu vit ikki gloyma týdningin tað hevur fyri eina havn sum t.d. Lerwick, ið gjøgnum øll hesi seinastu fimti árini longu hevur verið veitari hjá olju- og gassvinnuni bæði eystan og vestan fyri Hetland.
Hetlendingar fegnast um, at hetta risastóra skipið, sum er 382 metrar langt og 124 metrar breitt hevur kunnað sigld heilt inn til havnina í Dales Voe, nakað, sum í framtíðini kann vísa seg at gerast ein stórur fyrimunur, tá líknandi uppgávur skulu avgreiðast.
Myndir og keldur: Shetland News, Energy Voice, Offshore Energy
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald