Uttanlands

Hetland vil ganga undan í grøna orkuskiftinum

Varandi orkukeldur og olju-  og gassframleiðsla  skulu ganga hond í hond í royndunum at minka um CO2 útlátið

2021-04-12 12:35 Author image
Jan Müller
placeholder

[object Object]

Nú Bretland hevur sett sær sum mál net-null CO2 útlát í 2050, hava oljufeløg, sum arbeiða í Norðsjónum og eystan fyri Føroyar, saman við myndugleikunum,  sett sær fyri at minka um CO2 útlátið  í sambandi við framleiðslu. Til tess at røkka hesum máli verður arbeitt við at útbyggja varandi orkukeldur so sum vindorku, sum síðani skal veita streym til raksturin á mongu verandi og komandi olju- og gasspallunum í Norðsjónum og vestan fyri Hetland.  At brúka streym frá eitt nú vindmyllum til framleiðsluna á oljupallum fer at minka heilt  munandi um CO2 útlátið komandi árini.

Norra hevur havt sera góðar royndir av at veita streym úr landi og frá vindmylnulundum til havs til framleiðsluna á oljupallum, eitt nú á pallum sum Sleipner, Troll og Johan Sverdrup. Tað hevur sambært Equinor minkað um CO2 útlatið við 1,3 mió. tonsum um árið.

Í grannalandi okkara Bretlandi verða eisini royndir gjørdar á hesum øki eitt nú við oljuframleiðsluni á Culcean feltinum hjá Total og Mariner hjá Equinor. Men Bretland er enn eftirbátur til Norra á hesum økinum. Hetta er tó nakað, sum eitt nú myndugleikarnir í okkara næsta grannalag  Hetlandi saman við oljufeløgum vilja gera nakað við. Har eru tey nevniliga farin undir eina stóra verkætlan, sum fyrst varð nevnd “Shetland Energy Hub”, fyri síðani at verða broytt til “Orion – Clean Energy Project”. Endamálið er at útbyggja varandi orkukeldur, sum m.a.  skulu ganga hond í hond við oljufeløgini til tess at minka um CO2 útlátið.

[object Object]

Menna vindorku og vetni

Høvuðstættirnir í hesi verkætlan eru at menna vindorkuna bæði á sjógvi og á landi og at fara undir framleiðslu av grønari vetnisorku (Hydrogen/Brint). Eisini sjóvarfalsorka er partur av hesi framtíðini. Hesi tiltøk skulu so fullkomiliga broyta orkulandslagið í hesum norðasta útjaðaranum av Bretlandi. Umframt at framleiða streym til bæði privatu húsarhaldini og til vinnuna, er stavnhaldið at lata streym til mongu olju- og gasspallarnar bæði eystan og vestan fyri Hetland. Hesir verða í dag riknir við gassi frá egnari framleiðslu og hava tí stórt CO2 útlát.  Við umrøddu  broyting verður miðjað móti  at minka munandi um CO2 útlátið. Komandi elriknu pallarnir eru so bara eitt av stigunum á leiðini til eina grønari framtíð, har olju- og gassframleiðsla og grøna orkuskiftið eru partur av orkubroytingunum – orkuloysnini.  Enn ein partur av samlaðu orkuloysnini er at leggja elkaðal millum Hetland og skotska meginlandið. Hesin skal so um nøkur ár vera karmurin um streymflutning báðar vegir alt eftir tørvinum.

[object Object]

Fleiri av komandi olju- og gassútbyggingum á bretska landgrunninum liggja tætt við føroyska markið, og tí er tað ikki ein ómøguligur tanki at hugsa sær, at føroyskir vindorkuframleiðarar í framtíðini eisini kunnu veita streym til hesar útbyggingar, nú tær liggja nærri Føroyum enn Hetlandi.

Føroyar partur av loysnini?

Er hugandi at Føroyar eisini kunnu gerast partur av ella læra av hesum loysnum? Tann spurningin fer oljuportalurin at viðgera sum frálíður. Stórar útbyggingar av føroyskari vindorku í framtíðini  kunnu møguliga eisini gerast partur av hetlendsku/skotsku orkuloysnini, so streymur kann fara báðar vegir og heilt inn á skotska meginlandið eisini.

Fleiri av komandi útbyggingunum av nýggjum olju- og gasskeldum á bretska landgrunninum liggja tætt við føroyska markið og ikki er óhugsandi, at hesar framtíðar útbyggingarnar fara at hyggja til Føroya eisini eftir streymi til framleiðsluna frá framtíðar vindmylnulundum til havs.

Eisini er hugsandi, at nýhugsanin við samarbeiði (partnership) millum føroyskar orkuveitarar og vinnuna at seta uppp vindmylnulundir á landi og í framtíðini til havs eisini, kunnu gerast uppaftur víðskygnari og fara vit kanska at síggja útlendsk oljufeløg, sum nú leggja um til at gerast orkufeløg, fara í samstarv ( partnership) við føroyskar orkufyritøkur  um at menna vindorkuna til havs, sum so aftur kann vera ein møguligur veitari til olju- og gasspallarnar eystan fyri Føroyar – fyri ikki at tosa um møguliga framleiðslu á pallum á føroyska landgrunninum í framtíðini!

Fyri at fáa betri innlit í spennandi Orion verkætlanina og tess týdning fyri bæði  framtíðar olju- og gassvirksemið við Føroyar og eystan fyri Føroyar umframt føroysku orkuframtíðina hevur FOÍB (Føroya Oljuídnaðarbólkur) boðið Gunther Newcombe, sum stendur á odda fyri verkætlanini at vitja í Føroyum í heyst. Tá er ætlanin, at hann skal vitja bæði orkumyndugleikar, vinnufyritøkur oo. Meira verður at frætta um vitjanina á oljan.fo, tá hon nærkast.

Hetland gingið undan

Hóast lítið í vavi og fólkatali so hava hetlendingar mangan í søgu tess gingið á odda.  Hetta sóu vit við stóru útbyggingini av nótaflotanum á sinni, og hetta sóu vit, tá størsti oljuterminalurin í Evropa, Sullom Voe, varð tikin í brúk í 1980. Hesin er framvegis virkin og fer at verða tað í mong ár aftrat, kanska entá so leingi, at hann nær at taka ímóti fyrstu føroysku oljuni/gassinum, um hesi verða funnin og framleidd komandi árini. Hetlendingar løgdu so eisini til brots fyri skjótt 20 árum síðani, tá vindorkan á landi tók eitt týðandi fet.

Nú eru so aftur boð eftir øllum góðum kreftum í Hetlandi at gera Orion verkætlanina til veruleika.  Enn er hon á tekniborðinum, men mong síggja hana sum eina týðandi framtíðar orkuloysn fyri Hetland og kanska entá meginlandið við.

Frá Shetland Energy Hub til Orion Clean Energy Project

Fyri góðum ári síðani vórðu fyrstu stigini tikin til at gera Hetland til ein orkumiðdepil, sum skuldi byggja á varandi orkukeldur so sum vindorku, sjóvarfalsorku, vetni ol. Ovasta stýrið í Hetlandi “Shetland Island Counsil (SIC)” tók upp samstarv við “Highlands and Islands Enterprise (HIE)” og “Oil and Gas Technology Centre (OGTC)”, sum hevur bústað í Aberdeen. Ætlanin við hesum samstarvinum og sum eitt skifti hevði heitið: “Shetland Energy Hub” var at menna varandi orkukeldur í oyggjunum m.a. til tess at framleiða streym til virksemið á landi og til mongu olju- og gasspallarnar bæði vestan fyri Hetland og í Norðsjónum eystan fyri Hetland, soleiðis at oljuvinnan gjørdist ítøkiligur partur av orkuskiftinum.  Verkætlanin, ber nú heitið “Orion – Clean Energy Project”. Orion stavar frá griksku mytologiini, og verður lagt í hetta – at røkka stjørnunum. At røkka langt við verkætlanini.

Orion stendur fyri: “Opportunity Renewables Integration Offshore Networks”. Við hesi sera ambitiøsu verkætlanini ynskja hetlendingar at vísa umheiminum, at Hetland fer at verða fyrsta grøna oyggin í Stórabretlandi.

[object Object]

Gunther Newcombe, leiðari fyri Orionverkætlanina, sum kemur til Føroya í heyst, eftir innbjóðing frá FOÍB (Føroya Oljuídnaðarbólki).

Kendur orkumaður á odda

Tað er heldur ikki ein og hvør, sum er settur at standa fyri verkætlanini. Myndugleikarnar hava heitt á ein royndan persón frá olju- og orkuumhvørvinum til at standa fyri Orion. Tað er Gunther Newcombe, sum seinastu 5 árini var stjóri í OGA, Oil and Gas Authority, ið er tann almenni bretski stovnurin, sum stendur fyri útbjóðingum til oljuleiting á bretska landgrunninum. Hetta er bretska Jarðfeingi. Hann hevur annars arbeitt hjá oljufeløgum sum BP, so hann kennir vinnuna frá fleiri síðum.

Gunther sigur í samrøðu við Shetland News: “Orion has the potential to “create a future for Shetland beyond petroleum, establish a new industry that gives you clean energy, that addresses fuel poverty, put you in control of that industry, and create employment and new skills.”

Umframt at geva ídnaðinum í oyggjunum nýggjar framtíðar møguleikar, so kann verkætlanin eisini koma at vaksa um orkuframleiðsluna í oyggjunum, sum higartil hevur verið sera avmarkað. Aftrat hesum kemur so stóri vinningurin í at minka munandi um CO2 útlátið. Tað er annars stórt, 650.000 tons um árið. Í dag er Hetland nærum heilt bundið at innfluttari fossilari orku.

[object Object]

Fleiri av komandi oljuútbyggingum í Bretlandi liggja tætt við føroyska markið.

Hetland ganga á odda í grøna skiftinum

Gunther Newcombe sigur, at Hetland við hesi verkætlan kann koma at ganga á odda í grøna skiftinum í Bretlandi og samtíðis brúka hetta høvið til at menna ídnaðin. Hann heldur, at eitt tað fyrsta, sum eigur at verða gjørt, er at menna vindorkuna, so hon kann veita streym til mongu olju- og gasspallarnar bæði vestan og eystan fyri Hetland. Ì løtuni verður seinasta hond løgd á eina risastóra vindmylnuverkætlan við meira enn 100 myllum á landi. Tað er felagið Viking Wind, sum stendur fyri hesi verkætlanini. Eisini tær møguliga komandi oljuútbyggingarnar vestan fyri Hetland sum Cambo, Rosebank og Clair South, kunnu gerast partur av hesi elektrifiseringsætlan.

Gunther Newcombe, sum betur enn nakar annar, kennir oljuvinnuna innanífrá, sigur við Shetland News, at íleggjarar fara neyvan at seta pengar í hesar útbyggingar, um tær ikki taka stig á grønu leiðini eisini, og tað er m.a. at taka elektrifisering av pallunum til sín.

Hann er annars sannførdur um, at tað er sera avgerandi at halda lív í olju- og gassvinnuni, men um somu tíð – um vinnan skal kunna halda fram við at framleiða – so má hon liva upp til “net-zero” málini.

Gunher sigur víðari, vindorkan frá Viking Wind projektinum eigur at verða brúkt til at fáa komandi oljuútbyggingar vestan fyri Hetland góðkendar, og eftir tað eigur sama vindorka at verða brúkt til at veita streym til alt Hetland eisini.

[object Object]

Tað verða framleiðslu- og goymsluskip av hesum slagnum, sum vit fara at síggja við føroyska markið um ikki so mong ár, fáa útbyggingarætlaninar góðkenning. 

Ætlanin er eisini, at øll olju- og gassfeltini vestan fyri Hetland skulu koma niður á net/null útlát í 2030 og harvið minka um CO2 útlátið frá oljuvinnuni til havs við 8 mió. tonsum í 2050. Tá tað hevur eydnast at framleiða streym til oljuvinnuna til havs eigur næsta stig í Orion ætlanini at verða tikið, og tað er at “transform Shetland’s current dependency on fossil fuel to affordable renewable energy to address fuel poverty and improve community wealth”.

[object Object]

Teinurin til Føroya er stytri enn til Hetlands, tá komandi útbyggingar skulu gerast.

Hetland harri yvir síni egnu orkuframtíð

Endamálið er, at Hetland sjálvt skal kunna vera harri yvir síni orkuframtíð, og tað merkir, at oyggjarnar við vindorku fyrst og fremst skulu kunna framleiða streym og harvið eisini vetni, sum koma at minka munandi um prísin á framtíðar orkuni og harvið ikki verða bundin at teimum loysnum, sum verða gjørdar á meginlandinum. Hví ikki menna ein orkumiðdepil í Hetlandi við tí ætlan at framleiða vetni. Hetland hevur tørv á 60.000 tonsum av vetni um árið fyri at minka um ella sleppa av við nýtsluna av diesel og øðrum fossilum brennievnum. Til tess at røkka tí málinum er tørvur á 600MW av vindorku  bæði á landi og til havs. Við í Orionætlanini er ein risastór flótandi vindorkulund eystan fyri oyggjarnar uppá 2GW í stødd.

[object Object]

Sullom Voe oljuterminalurin hevur 40 ár á baki og fer at virka í mong ár aftrat. Hann kann fáa stóran týdning fyri grøna skiftið í Hetlandi.

Alt hetta snýr seg um at menna og skapa ein nýggjan ídnað sigur Gunther Newcombe. Partur av ætlanini er m.a. at útflyta 300.000 tons av grønum vetni um árið, fimm ferðir so nógv, sum Hetland sjálvt hevur tørv á. Tað kann koma at røkka til 12% av samlaða bretska tørvinum í 2050. Hann heldur, at Sullom Voe oljuterminalurin kann vera partur av ætlanini fyri menningina. Havnin í Sullom Voe, sum framhaldandi fer at vera ein oljuútflytandi havn, kann eisini brúkast í sambandi við vindorkumenningina og útflutning av grønum vetni.

[object Object]

Gunther viðgongur, at sjálvandi fer tað ikki at bera til at seta alt í gongd, sum er á tekniborðinum, men okkurt má so gerast til tess at ganga grøna skiftinum á møti heldur hann. Og hetta er so ein byrjan. Og enn er alt hetta so nýtt. Hann heldur tí , at kunning um hetta er lykilin – tað er ein týðandi táttur í at kunna gera hana ella partar av henni til veruleika.

Í stýringsbólkinum fyri Orion eru umboð fyri olju- og gassfeløgini BP, Equinor, Shell, SSE, Total og EnQuest - øll feløg, sum eru virkin vestan fyri Hetland tvs. í føroyska grannalagnum.

Orionprojektið, sum enn er í tess byrjan, er mett at koma at kosta millum og 5 og 10 mia. pund.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder