Innanlands

Hondbólturin sást aftur í elframleiðsluni

Lastin lá 5,5% lægri í síðstu viku, enn vikuna fyrr, skrivar Sev

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-01-25 10:12 Author image
Alda Nielsdóttir

Mett varð at um 6.000 føroyingar vóru og fylgdu hondbóltslandsliðnum hjá monnum undir EM-endaspælinum í Oslo í síðstu viku, og at ein stórur partur av Føroya fólki var farin av landinum, sást aftur í elframleiðsluni.

Tað skrivar Sev á heimasíðu síni.

– Lastin lá 5,5% lægri, enn vikuna fyrr, tá annars nøkulunda sami eftirspurningur var frá stóru vinnukundunum, skrivar elfelagið.

Gula linjan á myndini vísir elframleiðsluna fríggjadag til týsdag, vikuna áðrenn hondbóltsfepurin tók yvir, og bláa linjan vísir elframleiðsluna somu dagar vikuna eftir:

[object Object]
(Mynd: Sev)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald