Uttanlands

IEA: Gongur ov seint við varandi orkuni

Altjóða grøna umskiftið til varandi orkukeldur gongur alt ov seint skulu vit røkka veðurlagsmálunum sigur Altjóða orkustovnurin, IEA.

Stjórin í Altjóða orkustovninum IEA, Fatih Byrol, vil hava heimsins ríkastu tjóðir at brúka nógv fleiri pengar til at menna varandi orku - eisini í menningarlondunum

Stjórin í Altjóða orkustovninum IEA, Fatih Byrol, vil hava heimsins ríkastu tjóðir at brúka nógv fleiri pengar til at menna varandi orku - eisini í menningarlondunum

2021-10-13 14:53 Author image
Jan Müller
placeholder

-Vit gera ikki nógv mikið til tess at nøkta framtíðar orkutørvin, sigur Fatih Birol, stjóri í IEA og sipar her til manglandi íløgur í varandi orku. Stovnurin hevur júst givið út enn eina frágreiðing um orkustøðuna í heiminum, “World Energy Outlook”. Hann sigur, at ótryggleikin skapar gróðrarbotn fyri eini sera óstøðugari tíð fyri framman. Sosialu og búskaparligu fyrimunirnir við at skunda undir menningina av varandi orkukeldum eru stórir, og lata vit bara standa til, so fara útreiðslurnar at vera sera stórar, sigur hann. 

Seinasta IEA frágreiðingin, sum oftani kemur við tilmælum til bæði tað almenna og privata, kemur nakrar fáar vikur undan komandi veðurlagsráðstevnuni Cocp26, sum verður í Glasgow um mánaðarskiftið. 

IEA skrivar, at hóast stór framstig verða gjørd at menna varandi orkuna, eitt nú setti 2020 met við nýggjum elriknum akførum, so er framgongdin við reinari orku  framvegis alt og lítil til tess at minka munandi um CO2 útlátið fyri at røkka eina avmarkan í hitavøkstrinum uppá 1,5 stig, sum varð avtalað í París í 2015. Umframt politiska viljan at gera nakað, so staðfestir IEA, at tríggjar ferðir størri íløgur mugu gerast í varandi orku komandi 10 árini enn higartil. 

Stovnurin reksar upp  fleiri ymiskar støður í framtíðini. Í einum føri fer eftirspurningurin eftir olju at koma í hæddina í 2025, og eftir tað fram til 2050 minka til 70 mió. tunnur um dagin. Í eini aðrari støðumeting fer eftirspurningurin eftir olju at koma í hæddina í 2030 osfr. 

Men til tess at kunna røkka  “Nett Zero Emissions” málinum í 2050, og sum varð samtykt í Parísavtaluni, má oljunýtslan ikki vera hægri enn 25 mió. tunnur um dagin í 2050 -  í mun til tær  umleið 95 mió. hon er í dag. Og við slíkari støðu verður roknað við, at tað ikki verður neyðugt við nýggjum olju- og gassútbyggingum. Hvat viðvíkur eftirspurninginum eftir gassi, so fer hann undir øllum umstøðum at vaksa komandi fimm árini men eftir tað eru óvissurnar stórar. 

Skal eydnast at røkka nett zero málinum í 2050 má framleiðslan av varandi orku undir øllum umstøðum vera millum 40 og 70% og í onkrum føri enn hægri.  Í dag er hon 10%. 

Stjórin í IEA, Byrol segði í samrøðu við BBC á middegi, at hann vónar, at serstakliga tær ríkastu tjóðirnar í heiminum fara at ganga á odda á komandi veðurlagsráðstevuni í Skotlandi í næstum og binda seg til at brúka hundraðtals mia. kr. til eisini at stuðla fátækari londum at menna varandi orku og minka um útlátið. Hvussu torfør støðan er vísa nýggjastu útmeldingarnar frá eitt nú India, sum stendur fyri triðmesta útlátinum í heiminum og sum í løtuni fyrireikar stórar útbyggingar av kolaorkuverkum fyri at kunna varðveita verandi orkuveiting til landsins íbúgvar. 70% av orkuframleiðsluni í India stavar frá koli. Umleið sama støða er galdandi í Kina, sum hóast stórar íløgur í varandi orku, kortini fer at hava tørv á koli í orkuframleiðsluni í mong ártíggju. 

Keldur: BBC, Shipping Watch, E24, Energy Voice

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder