2022-10-25 23:02
Íslendska fyritøkan Skel (eisini kent undir navninum Skeljungur) boðar í kvøld frá, at hon tekur av tilboði at selja 48,3% av partapeninginum í smápartafelagnum Orkufelagið, sum eigur 100% av Magn, fyri 146 mió. kr. Sagt verður at keyparin er eitt føroyskt íløgufelag. Einki verður tó sagt um, hvør keyparin er. Handilin er tó treytaður av ymsum góðkenningum.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald