Innanlands

Jarðfeingi skipar fyri oyggjar- og vatnráðstevnu

1st Island Water Congress verður í Norðurlandahúsinum í 2024.

2023-10-05 13:44 Author image
Jan Müller
placeholder

Komandi ár verður fyrsta Oyggjar- og vatnráðstevna hildin í Norðurlandahúsinum. Ráðstevnan verður hildin í døgunum 4. til 6. september. Vertur verður Jarðfeingi saman við IWRA (Island Water Resources Association).

[object Object]

Høvðusendamálið er at skapa ein savningarmiðdepil fyri tey, ið arbeiða við vatni í oyggjarsamfeløgum, har til ber at tosa um møguleikar og avbjóðingar við vatni.

Oyggjar hava ofta øðrvísi avbjóðingar, tá ið tað kemur til at tryggja reint vatn til vinnu og borgarar, og við hesi ráðstevnu verður ein pallur skaptur til teirra, har hesi evni kunnu takast upp at kjakast um.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Vísindanevndin er samansett av vísindafólki úr øllum heiminum. Meira er at lesa um ráðstevnuna á www.islandswatercongress.org.

Undan ráðstevnuni er gjørd stuttur filmur, har m.a. landstýrismaðurin í Uttanríkis- og vinnumálum bjóðar vælkomin til 1st Islands Water Congress, umframt at tey bæði forfólkini fyri vísindaligu nevndina, Francesco Sindico, professari í lóg á Strathclyde Centre for Environmental Law and Governance í Glasgow, og Óluva R. Eidesgaard, PhD og jarðfrøðingur á Jarðfeingi greiða nærri frá visiónini fyri ráðstevnuna. Sí leinkju niðanfyri.

[object Object]

https://www.youtube.com/watch?v=1hpuJna5h7E

Kelda: jf.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder