Nú um dagarnar varð formligi sáttmálin um landgrunsmørkini norðan fyri Føroyar undirskrivaður í Stokkhólmi.
Sáttmálin merkir, at føroyski landgrunnurin veksur umleið 27.000 ferkilometrar, nakað tað sama sum tann íslendski, meðan tann norski landgrunnurin, sum fevnir um bæði Noreg og Jan Mayen, veksur umleið tvær ferðir so nógv her á leiðini.
Landgrunssáttmálin verður eisini umrøddur á heimasíðuni hjá Jarðfeingi, sum eisini eigur ein týðandi leiklut í arbeiðinum at gera Førpoyar størri. Sáttmálin er úrslit av áralongum arbeiði, sum byrjaði við landgrunsverkætlanini í 2002. Henda ríkisverkætlan fevnir samanlagt um fimm geografisk øki uttan fyri 200 fjórðingamørkini, tvey kring Føroyar og trý kring Grønland. Jarðfeingi og danski jarðfrøðistovnurin GEUS stóðu í felag fyri at savna inn neyðugar dátur og fyrireika próvførsluna, sum við støði í Havrættarsáttmálanum varð latin Landgrunsnevndini hjá ST í 2009 fyri norðara landgrunnin og 2010 fyri sunnara landgrunnin kring Føroyar.
Ein fyribils avtala um býtið av landgrunninum uttan fyri 200 fjórðingamørkini norðan fyri Føroyar varð gjørd millum Føroyar/Danmark, Ísland og Noreg longu í 2006. Hon varð treytað av tilmælunum frá Landgrunsnevndini til tey trý londini, grundað á teirra próvførslur, sum tey hvør í sínum lagi lótu inn.
Eftir at Landgrunsnevndin gjørdi síni tilmæli, sum í høvuðsheitum tók undir við landgrunskrøvunum frá øllum trimum londunum, hava hesi gjørt endaligar semjur, sum nú verða staðfestar í Stokkhólmi av teimum avvarðandi uttanríkisráðunum.
Økið, talan er um, er nógv djúpari enn vanligi landgrunnurin kring Føroyar, umleið 2.000-4.000 m. Roknað verður ikki við, at kolvetni kunnu finnast har í stórum nøgdum, men tað er ikki óhugsandi, at onnur ráevni, til dømis mangan og kopar, men eisini ymisk sjáldsom jarðsløg (rare earth elements) kunnu finnast her á leiðini. Hesi verða millum annað nýtt í hátøkniídnaðinum.
Enn er lítið gjørt av jarðfrøðiligum kanningum á leiðini, men tað kann hugsast, at tílíkar innleiðandi kanningar kunnu gerast tey komandi árini í samstarvi við grannalondini. Í hesum sambandi kann nýggja havrannsóknarskipið spæla ein virknan leiklut. Tað verður útgjørt við fleirstráluekkoloddi og lættari seismiskari útgerð, sum kann brúkast til endamálið skrivar Jarðfeingi á síni heimasíðu.
Fleiri av fólkunum við tilknýti til Jarðfeingi, uttanríkisráðið og føroyskir serfrøðingar annars hava verið ein týðandi partur av arbeiðinum at gera Føroyar størri. Nú verður ljós so varpað á økini sunnan fyri Føroyar, har fleiri lond gera eigarakrøv galdandi. Eisini har eiga Jarðfeingi, uttanríkisráð og onnur sín stóra leiklut.
Kelda: jf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald