Amerikanski staturin Kalifornia samtykti hósdagin, at tað frá 2035 verður bannað at selja bilar, sum úrleiða CO2.
Amerikanska blaðið New York Times kallar tiltakið fyri slóðbrótandi, og umhvørvisforsprákarar vóna, at hetta fer at fáa onnur støð í USA at seta líknandi tiltøk í verk.
Sølan av bilum, sum koyra uppá lívrunnið brennievni, skal stigvíst minka yvir komandi árini, áðrenn hon steðgar fullkomiliga um 13 ár.
– Tíðarætlanin er framsøkin men realistisk. Áðrenn eitt barn, sum verður føtt í ár, er klárt at fara á miðnám, verður tað bert møguligt at keypa bilar, sum ikki úrleiða CO2 og eitt avmarkað tal av hybridbilum í Kalifornia, siga myndugleikarnir í Kalifornia.
Myndugleikarnir siga eisini, at tiltakið fer at bøta munandi um fólkaheilsuna.
Áðrenn 2037 minkar dálkandi útlátið frá løttum akførum við 25 prosent, og millum 2026 og 2040 fara tiltøkini væntandi at hava við sær, at 1.290 færri fólk doyggja av hjarta- og lungasjúkum, at 460 færri verða innløgd við andaleiðs- og hjartatrupulleikum, og at 650 færri enda á skaðastovuni orsakað av astma, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald