Tjóðartingið í Kekkia hevur samtykt eitt prísloft á el og gass
Prísloftið, sum er galdandi fyri húsarhald og smærri fyritøkur, verður sett í gildi orsakað av vaksandi orkuprísunum.
Nú skal Milos Zeman, forseti í Kekkia, undirskriva lógina, men hetta er bert ein formalitetur, skrivar Ritzau.
Prísurin á el verður frá 1. november avmarkaður til tað, sum svarar til 1,72 danskar krónur fyri hvønn kilowatt-tíma umframt veitingarkostnað. Fyri gass verður prísurin 89 oyru.
Veitarin fær endurgjald frá statinum, so orkan kann seljast bíligari. Kekkiski fíggjarmálaráðharrin, Zbynek Stanjura metir, at tiltakið fer at kosta tað, ið svarar til góðar 39 milliardir krónur. Ætlanin skal fíggjast við einum serskatti á m.a. orkufeløg, oljureinsingarstøðir og bankar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald