Uttanlands

Kina fer at halda fram við kolaorku

-soleingi hetta er neyðugt fyri at varðveita og menna vøksturin í landsins búskapi

2023-07-20 20:21 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta var ein av niðurstøðunum frá fundi millum amerikanska veðurlagssendimannin John Kerry og hansara kinverska starvsfelaga  í Beijing í vikuni.

Endamálið við vitjanini hjá Kerry var at sannføra kinversku leiðararnar um, at hóast USA og Kina eru ósamd á fleiri politiskum økjum, eiga londini, sum standa fyri heimsins størstu útlátum, at kunna raðfesta grøna orkuskiftið. Kina stendur fyri 30% av heimsins útláti.

[object Object]

Veðurlagskreppan er ein altumfevnandi hóttan og má verða handfarin sum so uttan, at politikkur skal avgera gongdina, segði Kerry eftir fundin. Vónin er tann, at fundurin kann vera við til at byggja brýr millum heimsveldini og rudda slóð fyri ítøkiligum veðurlagsmálum innan komandi veðurlagsráðstevnuna Cop28 seinni í ár í Dubai.

Sambært almenna kinverska miðlinum skal kinverski leiðarin Xi Jinping hava gjørt greitt, at Kina fer sjálvt at seta kós fyri sínum umhvørvispolitikki og fer ikki at lata onnur lond siga sær, hvat skal henda. Kina hevur gjørt greitt, at tað fer ikki at fylgja øðrum londum við at gerast nullútlátsfrítt í 2050. Málið hjá Kina er 2060.

Landið hevur sambært tíðindamanninum hjá DR2 brúk fyri orku skal tað fremja síni mál um vøkstur og til tess er neyðugt við koli soleingi onnur brennievni ikki eru tøk í nóg stóran mun. Danska kringvarpið skrivar á síni heimasíðu, at Kina við hesum úttalilsum fer ikki í bræði at steðga sínum útláti.

Hóast hetta so er Kina tað landið í heiminum, sum gongur á odda við at menna  varandi orkukeldur so sum vind og sól.

Fundurin í Kina fer fram um somu tíð, sum fleiri av heimsins londum stríðast við methøgan hita. Eitt nú hevur hitin í pørtum av Kina verið 52 stig. Í USA er hitin í komin uppá 43 stig og sama er galdandi í Evropa, har lond sum Spania, Grikkaland og Italia ongantíð áður hava mált so nógvan hita, í fleiri førum upp til 48 stig.


Keldur: DR2, BBC, CNN, The Guardian, Reuters

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder