Hóast ES, G7-londini og Avstralia hava sett revsitiltøk í verk móti russiska oljuútflutninginum, ætlar Kina at halda fram við orkusamstarvinum við Russland.
Tað sigur kinesiska uttanríkismálaráðið í fráboðan, sum Ritzau endurgevur.
Eftir USA er Russland heimsins størsti oljuframleiðari, og Kina og India eru størstu keyparar av russiskari olju.
Tað er í dag, at revsitiltøk koma í gildi, sum hava til endamáls at raka russiska oljuútflutningin.
Á vitjan hjá Xi Jinping, forseta í Kina í farnu viku heitti ES-forsetin, Charles Michel eisini á Kina um at brúka sítt samband við Russland til at fáa ein enda á krígnum í Ukraina.
Les eisini: Nýggj revsitiltøk í gildi í dag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald