
Eftir at hava verið bannlýst í áratíggju hevur kjarnorka sum alternativ til fossila orku nú fingið nýggja raðfesting. Veljarakanning í Danmark vísir, at ein støðugt størri partur av dønum heldur kjarnorku vera greiða svarið, tá tað um eina grøna orkuframtíð ræður. Og í Týsklandi, sum sløkti síni kjarnorkuverk eftir herviligu vanlukkuna á kjarnorkuverki í Jalpan nøkur ár herfyri, tykist hugburðurin til kjarnorku at venda aftur. Okkurt bendir á, at fær Týskland nýggja konservativa stjórn, so kemur kjarnorkan aftur á skránna.
Hetta og mangt annað verður á skránni í komandi sendingini “Guld og Grønne skove” í DR1 um eina viku, tá kendi danski journalisturin Lars E. Mogensen aftur fer at umrøða aktuell orkumál í Danmark. Tað kom fram í sendingini í morgun, har evnið hesaferð var stóra verkætlanin at leggja eitt brintrør úr Danmark til Týsklands. Í hesi sendingini, sum finst á heimasíðuni P1 á DR, greiður danski veðurlagsráðharrin frá hesi ætlan, hvørs grundarlag fyrst og fremst er streymur frá framtíðar havvindmylnulundum í Danmark. Kann kjarnorka verða við til at lækka prísin á streymi eins og minka um CO2 útlátið, tá er ein meiriluti av dønum fyri at gera íløgur í komandi kjarnorkuverk.
Hóast mótstøðuna móti kjarnorku orsakað av dálkingarvandanum, so dúva fleiri lond í Evropa uppá kjarnorku eitt nú Frakland, Finland, Tjekkia oo. Nýggja bretska stjórnin hevur eisini kjarnorku á sínum ynskilista. Og tað sama er galdandi fyri Svøríki.
Kelda DR og
https://faktalink.dk/emner/atomkraft
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald