Innanlands

Kommunur eiga at raðfesta landstreym beinanvegin

Nú tað stundar til kommunuval minnir Reiðarafelagið fyri Handilsskip á, at føroysku kommunurnar hava ein gyltan møguleika at gera mun á grønu leiðini við at veita skipum landstreym. Landstreymur er eisini avgerandi fyri kappingarførið hjá havnum og reiðaríum og fyri trivnað hjá borgarum.

2024-10-21 18:17 Author image
Jan Müller
placeholder
Hetta skrivar Reiðarafelagið fyri Handilsskip á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. 

Felagið vísir á, at føroyski handilsflotin er fevndur av strongum altjóða umhvørviskrøvum, sum hava til endamáls at minka um útlátið. Eitt avgerandi átak á leiðini at gerast meira burðardygg er, at havnir kunnu veita skipum landstreym.Og víðari skrivar felagið: 

-Tað eru eisini greiðir fyrimunir hjá kommunum við at bjóða landstreym. Landstreymur er ein munandi íløga, men langtíðar ágóðar ísv. fígging, umhvørvi og umdømi eru eyðsæddir. Íløga í landstreym tryggjar ikki bert framtíðar kappingarførið hjá havnum, men samsvarar eisini við alheims burðardygdarmál, sum fara at tiltrekkja skip, samstundis sum betrað verður um lívsgóðskuna hjá lokalsamfelagnum. Hetta framskygda stigið fer at staðseta havnir sum leiðandi innan grønan maritima logistikk og tryggja sær pláss á einum skjótt mennandi umhvørvisliga tilvitaðum heimsmarknaði.


  • Vit eftirlýsa, at kommunurnar taka sín leiklut í størri álvara og gera neyðugu útbyggingarnar fyri at veita okkara skipum landstreym. Fyrimunirnir við landstreymi eru nógvir - eitt nú kann landstreymur minkað munandi um útlátið. Larmur frá skipunum minkar eisini og reiðaríini hava betri møguleika at liva upp til altjóða umhvørviskrøv, sigur Jens Meinhard Rasmussen, formaður í RFH.

So hvørt sum umhvørvisreglur herðast um allan heimin er sannlíkt, at havnir, ið veita landstreym, hava ein kappingarfyrimun at fáa vitjan frá reiðaríum, ið eru tilvitað um umhvørvið. Ein havn, sum ikki ger íløgur í landstreym, kann missa kundar til havnir, sum bjóða grønar loysnir.


  • Umleggingar til landsstreym taka tíð. Eitt er fyrireiking og at seta landstreymsanleggið upp, men skipini mugu somuleiðis gera umleggingar umborð fyri at kobla til landstreymsanleggið. Vit eru alt ov sein á veg á hesum økinum, sigur Jens Meinhard Rasmussen, formaður í RFH.

Í fíggjarlógaruppskotinum til komandi ár sæst, at landsstýrið ætlar at seta av 2 mió. kr. árliga komandi  trý árini í stuðli til kommunurnar at útbyggja landstreym. Hetta er ein gott átak á leiðini at fáa landsstreym, hóast talan ikki eru um eina stóra upphædd.

Føroyar hava samtykt at fylgja teimum krøvum, sum International Maritime Organisation (IMO) setur fyri at minka um útlátið. Fyri at røkka hesum málum mugu øll gera sín part. Handilsskip eru sinnað at gera neyðugar íløgur, og hava í fleiri førum longu gjørt tær. Landið og kommunur mugu eisini gera sín part – við  at gera íløgur í landstreym til skipini.

Kelda: industry.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder