Uttanlands

Labour ætlar at steðga nýggjum olju- og gassvirksemi

Hóast Labour hevur gjørt greitt, at tað fer at steðga nýggjum olju- og gassvirksemi, um  flokkurin fær stjórnarvaldið, vónar vinnan kortini, at flokkurin fer at sinna seg og ikki heilt at seta fót fyri framtíðar virkseminum.

David Whitehouse, formaðurin í stóra felagnum hjá orkuvinnuni í Bretlandi, vónar, at ein komandi Labour-stjórn við Keir Starmer á odda fer at loyva framhaldandi útbygging av vinnuni, nú hon er ein týðandi táttur í grøna orkuskiftinum eisini.

David Whitehouse, formaðurin í stóra felagnum hjá orkuvinnuni í Bretlandi, vónar, at ein komandi Labour-stjórn við Keir Starmer á odda fer at loyva framhaldandi útbygging av vinnuni, nú hon er ein týðandi táttur í grøna orkuskiftinum eisini.

2024-07-04 14:35 Author image
Jan Müller
placeholder

Tíðindi/Greining. 

Í dag er val í Bretlandi. Allar kanningar benda á, at Labour fer at koma til valdið aftur, eftir 14 ár við eini konservativari stjórn. Ein av spurningunum í valstríðnum  og  sum helst eisini hevur serstakan áhuga hjá mongum føroyingum og Føroyum, er framtíðin hjá orkuvinnuni, og her sertakliga hvønn politikk ein møgulig Labour stjórn fer at reka, tá tað snýr seg um olju- og gassvinnuna nærhendis Føroyum.  

Hetta ikki minst tí at fleiri av teimum stóru olju- og gass-útbyggingunum, sum verða gjørdar í løtuni á bretska landgrunninum og aðrar, sum eru um at fara av bakkastokki, liggja heilt tætt við Føroyar. Og kann avleitt virksemi tí fella henda vegin eisini.  

Hesar útbyggingar kunnu fáa týdning fyri Føroyar sum heild, hóast slíkt avleitt virksemi enn lutvíst er at meta sum fuglar á takinum. Føroyska veitaravinnan stendur tó klár til at bjóða sínar vørur og tænastur fram til umrøddu komandi útbyggingar við markið. Hetta kom m.a. til sjóndar fyrr í ár, tá umboð fyri orkufelagið Equinor vitjaðu føroyskar veitarafyritøkur, nú tess risastóra oljukelda Rosebank, einans 10 kilometrar frá markinum, verður útbygd.

[object Object] 

[object Object]Fyriuttan framleiðslu á fleiri leiðum longu eystan fyri markið, so hava fleiri stór oljufeløg fingið loyvi til at leita eftir olju og gassi á fleiri leiðum nær Føroyum. Verður hetta broytt eftir at ein Labour stjórn tekur við? Longu nú eru frammi ætlanir um at gera tað torførari at gera íløgur í nýtt virksemi.  


Virksemið á hesum partinum av bretska landgrunninum kann so eisini fáa týdning fyri framtíðar leiting og framleiðslu á føroyska landgrunninum, tí størri bori- og framleiðsluvirksemi skamt frá markinum kann vera medvirkandi til at fáa orkufeløg at varpa ljós á føroysku undirgrundina eisini. Og hetta er júst nakað, sum Jarðfeingi vegna Vinnumálaráðið arbeiðir ítøkiliga við - at fáa útlendsk orkufeløg við áhugamálum og virksemi so tætt við Føroyar at síggja møguleikar fyri at finna kolvetni her eisini.  

[object Object]Longu nú er nógv framleiðandi virksemi eystan fyri Føroyar og ætlanir eru um enn meira virksemi, men fer ein Labour stjórn á loyva tí? Svarið fáa vit eftir valið í dag. 


Hvussu er so støðan viðvíkjandi framtíðar olju- og gassvirksemi í bretskum øki? Hetta eru spurningar, sum ikki minst stóra orkuvinnan í Bretlandi setir bæði undan valinum og á sjálvum valdegnum í dag. Hon kennir seg sera ótrygga, nú andstøðuflokkurin Labour hevur sagt seg vilja koma olju- og gassvinnuni til lívs. 

Labour hevur nevniliga gjørt greitt, at kemur flokkurin til valdið, so fer hann leggja seg eftir at avmarka og heilt steðga framtíðar olju- og gassvirksemi. Serskatturin, sum konservativa stjórnin hevur álagt vinnuni úr 40% uppí 75%, fer undir Labour at hækka enn meira  til 78%, soleiðis at hann er á sama støði sum í Norra. Haraftrat fer Labour eisini at taka av undantakið í skattinum fyri nýggjum íløgum, sum konservativa stjórnin setti í verk herfyri.  Aftrat hesum fer Labour við orkuráðharranum Ed Milliband á odda at seta bann fyri nýggjari leiting.

Hetta metir felagið hjá orkuvinnuni í Bretlandi, “Offshore Energy UK” (OEUK) fer heilt at taka grundarlagið undan vinnuni, sum orsakað av nýggja serskattinum og øðrum forðandi og skerjandi tiltøkum, fer at gevast at gera nýggjar íløgur í Norðsjónum og á Atlantsmótinum. Hesin ótti er longu farin at merkjast, nú fleiri oljufeløg eru farin at hyggja eftir møguleikum at gera íløgur í øðrum pørtum av heiminum ístaðin. OEUK, sum umboðar meira enn 200.000 starvsfólk, sigur bart út, at fer Labour at gera sín orkupolitikk frá valstríðnum til veruleika eftir valið, so fer tað at kosta  hundraðtúsund arbeiðspláss ella uppaftur fleiri.

[object Object]

Felagið metir, at stigið at taka aftur undantak fyri íløgum í høga serskattinum vera heilt oyðileggjandi fyri framtíðar íløguhugin og fer harvið heilt at taka grundarlagið undan vinnuni. Hóast Norra hevur høgan skatt, so er tað júst undantakið fyri at skatta nýggjar íløgur, ið heldur lív í múgvandi norsku oljuvinnuni. 

Leiðslan í felagnum sigur so seint sum sjálvan valdagin, at tað verður ein vanlagna fyri øll hesi mong starvsfólkini og fyri eina heila vinnu, sum hevur so stóran týdning fyri samfelagið, her ikki minst Skotland, um Labour ger álvara av sínum vallyftum. 

Hon vísir á, at vinnan tekur fult undir við royndunum at fremja grøna orkuskiftið og við hesum gera sítt til at minka um útlátið. Hon sigur tó, at tað er heilt burturvið at halda, at man frá degi til dags kann kappa á stokkinum og gevast við olju- og gassvinnu. Heldur ikki er tað realistiskt at ímynda sær, at Bretland kann vera olju- og gass fyriuttan í 2050. Heldur enn at síggja hesa vinnu sum trupulleikan, so eiga politikarar at síggja hana sum part av loysnini fram móti einum grønari samfelag sigur formaðurin fyri OEUK, David Whitehouse í skrivi, felagið hevur kunngjørt í morgun.

Í skrivinum heitir hann á eina komandi stjórn um at lurta eftir vinnuni og hennara ótta fyri framtíðini, um grundarlagið verður tikið undan eini tryggari framtíð hjá vinnuni eitt nú at hava vissu fyri, at broytingar ikki verða gjørdar í treytunum aftur og aftur. -Tað verður til tað reina “kaos”, um vit ikki bera okkum rætt at, sigur stjórin í orkuvinnufelagnum, sum heldur, at ein treyt fyri at eydnast við orkuskiftinum, er framhaldandi at skapa umstøður fyri olju- og gassvinnuni at virka undir, har hon kann vera týðandi partur at tryggja orkuskiftið. Vinnan hevur vitanina, tøknina, fíggingina og viljan til at vera partur av grøna orkuskiftinum. 

Helst komandi orku- og veðurlagsráðharri í nýggjari Labourstjórn, Ed Millibrand, hevur higartil verið náðileysur í sínum úttalilsum um framtíðar olju- og gassvinnuna. Hann sigur, at Labour fer at gera alt tað er ment fyri at fara frá olju og gassi til varandi orku skjótast tilber.  Og umframt at seta forðingar fyri bæði leiting, framleiðslu og komandi íløguvirksemi í fossilu vinnuna, so fer hann eisini at taka av bannið hjá verandi stjórn ikki at loyva vindmyllum á landi. Tað verður fyrsta stigið, sum nýggi orkuráðharrin fer at taka eftir valið, kemur Labour til valdið. Eisini vil Labour skunda undir vindorkumenningina til havs.

[object Object]

[object Object]

Enn eitt nýtt stig hjá eini Labour stjórn er at seta á stovn eitt alment orkufelag, Great Britain Energy, sum skal savna og standa fyri menningini av varandi orku. Felagið skal so eisini vera við til at útbyggja og styrkja elnetið, sum er ein hin størsti meinbogin fyri grøna orkuskiftinum í løtuni. 

Samanumtikið ber til at siga, at flokkarnir eru samdir um at fremja tað grøna orkuskiftið og fyrr ella seinni at fara burtur frá fossilum brennievnum. Tað, sum skilur flokkarnar, er tó ferðin  á skiftinum. Meðan konservativi flokkurin vil fara meira hóvliga fram og ikki taka grundarlagið undaan olju- og gassvinnuni við einum høggi, so vil Labour síggja týðandi og ítøkiligar broytingar fram móti einum “Net Zero” samfelag innan ikki ov nógv ár. 

[object Object]So tætt við Føroyar verður framtíðar oljuvirksemi um okkara leiðir. Her útbyggingin av Rosebank kelduni við stórum framleiðsluskipi. 


Enn ein spurningur, sum hevur tikið seg upp nú undan valinum, er avgerðin hjá Hægstarætti í Bretlandi at taka aftur loyvi til oljuboring á landi við tí grundgeving, at myndugleikarnir hava ikki tikið atlit til útlát frá sjálvari brenningini av oljuni við í loyvisviðgerðina. Tað hevur fingið  umhvørvisfelagsskapir at krevja av eini komandi stjórn at taka loyvið aftur frá Equinor at útbygggja  Rosebank kelduna við Føroyar.

Stóri spurningurin fyri Føroyar, nú eftir bretska valið, er um ein Labour stjórn fer at gera álvara av sínum hóttanum móti olju- og gassvirksemi, eisini við føroyska markið, og hvørjar avleiðingar hetta kann fáa fyri bæði veiting og leiting. 

Tað er greitt, at avgerðir um komandi virksemi tætt við Føroyar kunnu eisini fáa avleiðingar fyri Føroyar. Neyvan fer ein komandi stjórn at taka aftur eitt loyvi, sum longu er latið og har útbygging er í gongd, tvs. á Rosebank leiðini. Kann tað  tó hugsast, at myndugleikarnir fara at seta nýggj krøv, sum fara at gera tað torførari hjá ábyrgdarfelagnum at virka til fulnar? Síðani er tað spurningurin um hina stóru oljukelduna, Cambo, hvørs lagna skal avgerast av eini komandi stjórn. Øll neyðug loyvi eru longu latin til fyristøðufelagið Ithaca, nú restar bert í at geva endaligt grønt ljós, soleiðis at úbyggingin kann fara í gongd. Tað er fyri tað mesta ein avgreiðsluspurningur. 

Men fara myndugleikarnir við einum sera avgjørdum Ed Milliband á odda at gera umstøðurnar fyri at virka trygt og til fulnar hjá feløgunum, sum standa fyri Rosebank og Cambo oljukeldunum við føroyska markið, truplar og verri, tá kann vera, at onkur av verkætlanunum als ikki gerst veruleiki.

Hvørjar avleiðingar tað kann fáa fyri eina komandi føroyska veitaravinnu og annars fyri vónirnar til leiting við Føroyar, kunnu vit so bara gita um. Hóast vit eru eitt sjálvstøðugt land, tá tað kemur til vinnu og leiting, og tí kunnu halda dyrnar uppi fyri útlendskum íleggjarum, so fer gongdin hinumegin markið uttan iva eisini at fáa týdning fyri føroysku oljuframtíðina so ella so.  

Tað eru uttan iva nógv onnur mál og viðurskifti í Bretlandi, sum fáa týdning fyri Føroyar eftir valið í dag. Føroyar hava í mangar mátar samstarv við Bretland bæði innan vinnu og mentan oa. Eisini eitt ávíst mál millum londini bæði stendur framvegis enn óloyst, og tað eru krøvini og rætturin til eitt risastórt øki sunnan fyri Føroyar, sum fleiri lond gera krav uppá. Málið hevur ligið í eini ST  nevnd leingi og enn bendir lítið á, at tað verður loyst í bræði skilst. Seinast kunnað varð um tað málið og annars um marknviðurskifti millum londini bæði var á Atlantic Fair í Klaksvík herfyri, tá okkara frægi granskari Bjørn Kunoy frá Setrinum og Uttanríkisráðnum kunnaði um eitt nú umskarandi oljufund á markinum millum Føroyar og Bretland.

[object Object] 

Bjørn Kunoy, serkønur í marknaspurningum, umrøður spurningar um umskarandi oljufund á markinum millum Føroyar og Bretland. Mynd Jan Müller

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder