Týsdagin fer skotski dómstólurin “Court of Session” í Edinburg at viðgera mál, sum umhvørvisfelagsskapirnir Greenpeace og Uplyft hava reist móti bretskum myndugleikum fyri at hava givið loyvi til útbygging av risastóru oljukelduni Rosebank nærhendis Føroyum - uttan at taka hædd fyri umhvørvisliga árininum.
Tað er norska Equinor, sum stendur fyri útbyggingini, ið bretskir myndugleikar góvu grønt ljós til í september í fjør. Bretska Ithaca Energy er eisini partur av útbyggingini, sum longu er í gongd. Eftir ætlan skal fyrsta oljan koma upp úr undirgrundini seint í 2026 ella í 2027.
Hóast øll loyvi eru latin og útbyggingin er í gongd, so royna umhvørvisfelagsskapir kortini at gera alt teir eru mentir til tess at steðga hesi eini tí størstu orkuverkætlanini í Bretlandi í langa tíð. Hetta gera teir m.a. við at fara í rættin við málinum.
Teir siga, at bretskir myndugleikar hava givið loyvi undir skeivum fortreytum. Teir krevja, at eisini útlát frá sjálvari nýtsluni av oljuni, eisini nevnt “Scope 3” eigur at vera partur av umhvørvistreytunum fyri at kunna geva loyvi. Tvs. at loyvi skal takast aftur og viðgerast av nýggjum. Ella helst verða steðgað fyri altíð. Sama er galdandi fyri gasskelduna Jackdow í Norðsjónum. Hesa stendur Shell fyri og ætlar at fara undir at útbyggja verandi framleiðsluna.
Umhvørvisfelagsskapirnir byggja sína sak á eina avgerð, sum rætturin tók fyrr í ár í sambandi við at geva loyvi til aðra úbygging, og har rætturin kom til ta niðurstøðu, at loyvi kundi ikki gevast uttan, at útlát frá sjálvari nýtsluni av oljuni eisini skuldi vera tikin við í umhvørvismetingarnar. Verða hesi krøv nú eisini áløgd oljufeløgunum Equinor og Shell í tí tættarmáli, sum byrjar í morgin, so kann tað fáa avleiðingar fyri tvær av teimum størstu orkuútbyggingunum í Bretlandi.
Nýggja bretska stjórnin við Ed Miliband, orkuráðharra á odda hevur gjørt greitt, at hon ynskir ikki at vera partur av málinum og ætlar sær tí heldur ikki at verja tær avgerðir, sum undanfarna stjórnin tók, tá hon gav loyvi. Ein orsøk til ikki at fara inn í málið er at spara pening. Stjórnin ger tó greitt, at ein avgerð hjá rættinum fer ikki at hava við sær, at sjálv loyvini verða tikin aftur. Hvat tað so kann enda við er ilt at meta um í løtuni. Henda støða merkir, at tað verða Equinor og Shell, sum nú skulu til at verja avgerðina hjá undanfarnu stjórnini at geva loyvi.
Óvist er, hvønn vegin málið vendir, tá tað kemur út aftur úr rættinum, men Equinor hevur longu gjørt greitt, at tað kann gerast ein stór avbjóðing, um so er at umhvørvisfeløgini fáa fult viðhald. Higartil hevur felagið tó gjørt greitt, at tað heldur fram við sínum arbeiði at útbyggja Rosebank. Bretska stjórnin legði herfyri fíggjarlógaruppskot fram, har eykaskattir vórðu álagdir oljufeløgunum. Hetta fekk tó ikki Equinor til at endurskoða Rosebank framtíðina. Hildið verður fram við útbyggingini segði stjórin í Equinor herfyri.
Rættarsakin er mett at taka einar 3-4 dagar og fer tað síðani at taka upp til 3 mánaðir at taka málið upp til dóms.
Rosebank keldan varð funnin í 2004 av Chevron og hevur verið á fleiri hondum síðani. Hon goymir eina hálva mia. tunnur av olju og gassi og skal framleiða 75.000 tunnur um dagin ella 8% av samlaðu bretsku nýtsluni. Keldan er vorðin eitt av kjarnumálunum hjá umhvørvisfólki í Bretlandi undir heitinum “Stop Rosebank” og verður roknað við mótmælisgongum, tá rættarhølini í Edinburg lata upp í morgin.
Neyvan nakrantíð áður hevur ein útbygging av oljukeldu helst havt so stóran áhuga og týdning í Føroyum sum Rosebank, nú keldan liggur bert fáar kilometrar frá markinum. Útbyggingin skapar spildurnýggjar møguleikar fyri føroyska veitingarvinnu og kann eisini fáa stóra jaliga ávirkan á møguleikan fyri framtíðar oljuleiting í føroyskum øki. Uttan eitt nýtt undirstøðukervi tætt við Føroyar fyri móttøku av bæði olju og gassi, kann tað gerast trupult at vekja áhugan fyri at fara undir aftur leiting her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald