
Hetta var við trimum endamálum fyri eygað; at tryggja at lyftini, ið vórðu givin á COP28 og COP29 verða til veruleika, at strongja á framfýsin veðurlagsátøk og at fáa eina ambitiøsa avtalu á COP30 í heyst skrivar Umhvørvismálaráðið í tíðindaskrivi.
Á fundinum var somuleiðis staðfest, at tað fer ikki at bera til at náa málinum um at halda hitaøkingina undir 1,5 gradir, og tí verður bæði neyðugt at taka meira umfatandi stig í komandi tíðum, samstundis sum størri dentur má leggjast á, at lond tillaga seg til avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum.
Besta verjan móti veðurlagsbroytingum er at minka um útlátið. Men av tí at átøkini hava verið ov fá og ov sein, so merkjast veðurlagsbroytingarnar longu nú kring allan heim. Turkur, skógareldar, vatnflóðir og stormar gerast alsamt vanligari kring heimin, og hetta hevur størst ávirkan, har fátækradømi er umfatandi og illa ber til hjá londum at brúka pening til at tillaga seg til broytta og ógvusliga veðrið.
Á Copenhagen Climate Ministerial var tí serligur dentur lagdur á, hvussu vit stuðla menningarlondum í betri at standa ímóti veðurlagsbroytingunum, og hvussu vit fáa økt fíggingina til veðurlagsátøk í menningarlondum. Semja var um, at heimsins ríkastu lond í størri mun skulu málrætta sína menningarhjálp, so at fokus er á at betra møguleikarnar hjá menningarlondum at minka um útlátið, at styrkja mótstøðuførið og tillagingina til avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum.
Mynd/ir: © Umhvørvismálaráðið og Klima-, Energi-, og Forsyningsministeriet
Kelda: Umhvørvismálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald