placeholder
Uttanlands

Mærsk gongur undan at byggja nýggj skip til grønt brennievni

Fyrsta stóra konteynaraskipið, ið skal brúka grønt brennievni, hevur fingið navnið “Ane Mærsk” við eitt hátíðarhald á skipasmiðjuni í Suðurkorea.

2024-02-14 14:08 Author image
Jan Müller
placeholder
Mærsk, sum telist millum heimsins størstu reiðarí, tók í fjør tað fyrsta konteynaraskipið yvirhøvur, sum skal sigla við e-metanol, í brúk. Talan er um “Laura Mærsk”.

Mærsk hevur lagt seg eftir at raðfesta grønt brennievni í sínum framtíðar skipaflota og hevur bílagt 24 e-metanol konteynaraskip. Millum hesi av teimum heilt stóru konteynaraskipunum er “Ane Mærsk” tað fyrsta av sjey, sum kann flyta 16.000 konteynarar. Longu í 2025 roknar Mærsk við at hava fingið 19 av skipunum og fram til 2027 tey seks írestandi.  Hetta skrivar Søfart. 

Um tað ikki eydnast IMO at gera eina skipan um, hvussu málið um klimaneutralitet fyri altjóða sjóvinnu í 2050 verður rokkið, so verður torført hjá Mærsk at røkka sínum egnu málum. Stjórin í Mærsk sigur, at talan er um eina so mikið stóra avbjóðing, at einki einsamalt felag megnar at loysa hana.  

Á COP28 ráðstevnuni skrivaðu fleiri av heimsins størstu reiðaríum teirra millum Mærsk, CMA-CGM, Hapag Lloyd, MSC og Wallenius Wilhelmsen undir eina felags yvirlýsing, har tey komu við eini áheitan um, hvussu útlátið av vakstrarhúsgassum frá skipavinnuni kann minkast. M.a. skal setast endadagur fyri seinastu skipunum, sum kunnu brúka fossil brenievni og síðani eisini gerast ein javnvágsskipan, ið kann útjavna prísmunin millum fossil og grøn brennievni. 

Kelda: Søfart

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder